Home Tíðindir Vindur og sól eru vegurin fram – SEV avlop 89 milliónir krónur í 2017

Vindur og sól eru vegurin fram – SEV avlop 89 milliónir krónur í 2017

by OML

Í 2017 helt SEV fram við mennandi átøkum á grønu kósini. Kanningar vísa, at vindur og sól eru vegurin fram, bæði tá talan er um búskaparlig og tøknilig atlit. Trygga búskaparliga gongdin hjá SEV, sum krevst fyri at røkka málinum um 100 prosent grøna elorku á landi í 2030, helt fram í 2017 við einum avlopi á 89 milliónir krónur eftir skatt. Elframleiðslan úr varandi orkukeldum var 51 prosent 

 Kelda: sev 23-04-2018

Á grønu kósini eru vindur og sól gongda leiðin, verður staðfest í kanningararbeiði, sum SEV saman við øðrum fór undir í 2017. Kanningar og fyrireikingar eru gjørdar á grønu kósini, har arbeitt verður við varandi orkukeldum, orkugoymslum, støðufesti í elskipanini, búskaparligum útrokningum og elorkutørvinum, tí øll hesi viðurskifti skulu verða í einum samspæli á vegnum fram ímóti málinum at gera Føroyar 100 prosent grønar á landi í 2030.

 

Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri SEV, Orku og Dansk Energi hevur saman við uttanhýsis ráðgevum greitt úr hondum tvær frágreiðingar fyri at meta um og stuðla undir raðfestingarnar á grønu kósini fram til 2030 – ein frágreiðing er frá Norconsult, og ein er frá Ea Energy Analyses.

 

Vindur og sól

Ein niðurstøða í kanningunum er, at Føroyar eiga at byggja vindorkuna út skjótast gjørligt, eins og sólskipanir eiga at verða settar upp fyri at økja varandi orkuna um summarið, tá vanliga lítið er av vatni og vindi.

 

– Her skal kortini havast í huga, at talan skal vera um eina trygga tilgongd, har SEV fær stundir tøkniliga at laga elskipanina til meira vindorku – t.d. við battarískipanum – sohvørt ein vindmyllulund er bundin í netið. Vindurin er óstøðug orka, tí er alneyðugt, at menningin fer fram í rættari tøkniligari raðfylgju, so at veitingartrygdin og støðufestið í skipanini ikki fara av lagi, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.

 

Kanningarnar vísa eisini, at sjóvarfalsorkan verður ov kostnaðarmikil komandi árini sammett við sól, vind og vatn.

 

Ein onnur niðurstøða í kanningunum er, at pumpuskipanir skulu byggjast millum verandi byrgingar, umframt at munandi størri turbinur skulu setast upp. Hesar útbyggingar skulu hava við sær, at vatnorkuframleiðslan økist munandi. Kanningarnar vísa harumframt, at væl meira kann fáast burtur úr byrgingunum í verandi líki.

 

– Áhugavert er eisini at staðfesta, at nýggju motorarnir á Sundsverkinum, sum verða settir í gongd í 2019, í roynd og veru skapa møguleikar fyri at gagnnýta verandi vatnorkuverk betur, sigur John Zachariassen, nevndarformaður.

 

Hann vísir á, at tá nýggju motorarnir eru settir í rakstur, skal vatnorkan ikki í sama mun vera tiltakstrygd hjá slitnum motorum á Sundi, eins og hon hevur verið í mong ár.

 

Grønar útbyggingar

Nevndin viðger framhaldandi støðuna í sambandi við komandi vindorkuútbyggingar í meginøkinum, har SEV tøkniliga og búskaparliga er til reiðar við eini 18 MW vindmyllulund í Hoyvíkshaga, sum hevði minkað oljunýtsluna 13.000 tons árliga svarandi til 40 prosent av samlaðu oljunýtsluni hjá SEV í 2017.

 

Myndugleikarnir arbeiða fyri, at eitt útboð kann fara fram sum skjótast í Hoyvíkshaganum, har møguleikarnir eru góðir, og pláss er fyri seks vindmyllum á 3 MW.

 

ORKA og SEV hava eisini staðsett fýra onnur øki, har neyðugar fyrireikingar skulu gerast fyri at kunnu byggja út við vindorku. Talan er um hagan við Eiðisvatn, Junkarahaga í Kvívík, á Sandoynni og Kirkjubøreyn. Ætlanin er, at 100 metrar høgar vindmátimastrar verða settar upp á hesum støðum summarið 2018.

 

SEV hevur áður skotið upp at seta 12 vindmyllur á tilsamans 12 MW upp í Suðuroynni saman við einari pumpuskipan og einari battarískipan. Vindorkuútboðið í Porkeri er útsett, tí vindmátingarnar vísa á trupul vindviðurskifti. SEV er nú í holt við at gera nýggjar kanningar av vindviðurskiftunum í Porkeri. Vindorkuútboðið í Suðuroy er treytað av, at pumpuskipan verður gjørd.

 

Elframleiðslan

SEV framleiddi 51 prosent av elorkuni burtur úr vatni og vindi í 2017, og oljuriknu verkini framleiddu sostatt 49 prosent. Sammett við 2016 er grøni parturin av framleiðsluni øktur eitt prosentstig, samstundis sum elnýtslan er økt fimm prosent.

 

– Nógva virksemið í samfelagnum elvir til ein lutfalsliga stóran vøkstur í elnýtsluni, og tí eru vit samanumtikið nøgd við gongdina, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Hann vísir serstakliga á vindorkuna, sum øktist 14,5 prosent sammett við 2016, og stjórin fegnast um, at vindurin verður nógv betur gagnnýttur nú. 94 prosent av vindinum í Húsahaga vóru fingin til høldar í 2017, ið var fyrsta heila árið, har battarískipanin í Húsahaga var partur av elskipanini. Samanborið við 2015, sum var fyrsta heila árið, har vindmyllurnar í Húsahaga vóru í rakstri – men uttan battarískipanina – so er talan um ein vøkstur í gagnnýtsluni av vindinum upp á 16 prosentstig, síðani SEV fóru undir vindorkuframleiðsluna í Húsahaga.

 

Elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð í 2017, tá ið SEV framleiddi 334,3 GWt. Tað er 5,3 prosent meira enn í 2016, tá ið elframleiðslan tilsamans var 317,4 GWt.

 

Nú kanst tú gerast elfelagi

Elkundin kann í framtíðini síggja seg sjálvan bæði sum kunda og elframleiðara. SEV hevur slóðað fyri eini nýggjari skipan, har kundin – umframt at keypa elorku frá SEV – eisini kann framleiða elorku inn á elskipanina. Kundin verður sostatt ein “elfelagi” – tað er ein, sum samstarvar við elveitaran um bæði framleiðslu og nýtslu.

 

Nýggja skipanin er í fyrstu atløgu ætlað teimum, sum hava hug at framleiða elorku við sólpanelum, smáum vindmyllum ella smáum vatnorkuverkum, ið hava ein mátt á í mesta lagi 11 kW. Av hesum trimum framleiðlsuháttum ber til at brúka sólpanel til at framleiða beinleiðis til egna nýtslu, og yvirskotsframleiðslan frá sólpanelum kann síðani seljast inn á elnetið hjá SEV. Smáar vindmyllur og smá vatnorkuverk skulu bindast beinleiðis í netið hjá SEV.

 

– Skipanin kann spara einstaka húsarhaldinum pengar, umframt at kundarnir við hesum verða bodnir við í arbeiðið á grønu kósini, sum skuldi økt um ognarkensluna í orkuskiftinum at gera Føroyar grønar í 2030, staðfestir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 

Hann vísir á, at gott samstarv og samspæl við kundarnar eru ein týðandi táttur í arbeiðinum at gera Føroyar grønar á landi í 2030.

 

Búskapur

SEV hevði 89 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2017, tað er slakar fýra milliónir krónur minni enn í 2016, tá ársúrslitið var 92,8 milliónir krónur eftir skatt.

 

Úrslitið er nøktandi, men tað er eisini eitt krav, at ársúrslitini hjá SEV liggja á hesum stigi, tí tey eru neyðug fyri at fíggja komandi útbyggingarnar á grønu kósini og í elskipanini. Góðu fíggjartreytirnar, sum SEV hevur fingið frá útlendskum lániveitarum, eru treytaðar av hóskandi eginfígging, sum fæst við góðum ársúrslitum, staðfesta nevnd og leiðsla í SEV.

 

SEV og Elveitingareftirlitið eru í samráðingum um, hvussu ásetingin av elprísinum fæst í eina trygga og nøktandi legu, so tað búskaparliga verður gjørligt at røkka málinum um 100 prosent grøna elorku á landi í 2030.

 

Fíggjarætlanin fyri 2018 er løgd til rættis við einari príslækking á 5 oyru/kWt uttan MVG. Prísurin fyri útflutningskundarnar í serligu vinnuprísskránni lækkar tó ikki. Ætlaða yvirskotið í 2018 er 79,5 milliónir krónur eftir skatt.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.