Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Magn vil prógva kappingarføri

Mynd hjá magn

SEV bjóðar nú privatfólki og fyritøkum at framleiða streym, men tykist tó ikki hava nakrar ætlanir um at lata upp fyri veruligari kapping frá nýggjum orkuframleiðarum.

Á Magn hava vit í longri tíð strongt á at fáa liberaliserað elnetið, so vit og aðrir nýggir orkuframleiðarar sleppa at framleiða grønan streym og selja hann beinleiðis til brúkararnar.

Í orkutemanum í Degi og Viku mánakvøldið vísti SEV-stjórin ikki hesum møguleikanum frá sær, men hann vildi hava prógv fyri, at eitt liberaliserað net fer at elva til lægri brúkaraprísir.

Á Magn vilja vit taka SEV-stjóran upp á orðið: Lova okkum so at prógva tað!

Lova okkum at framleiða grøna orku, flyta hana á netinum hjá SEV fyri eitt hóskandi netgjald og selja hana beinleiðis til brúkararnar.

orkuroknistykkinum fer slík privatframleiðsla ongantíð at muna tað stóra. Tí íløgur í privata orkuframleiðslu eru dýrar, og tað er bara í avmarkaðum parti av føroysku húsarhaldunum og vinnubygningum, at tær lata seg gera.

Magn hevur júst tikið endaliga stigið inn á grøna orkumarknaðin við at keypa meirilutan í p/f Demich, sum er fremsti føroyski útbjóðarin av hitapumpuloysnum.

Sleppa vit at gera tað, fara Magn og Demich í felag at kunna bjóða føroysku brúkarunum orkukonseptloysnir, sum við vissu fara at verða kappingarførar í prísi.

Lova okkum nú at prógva tað, um ikki øll uppáhaldini um kappingarføri ella vantandi kappingarføri bara skulu standa eftir sum tømt tos.

Royndirnar frá telemarknaðinum eiga at vísa øllum, at slík kapping bæði fremur lægri brúkaraprísir og setir ferð á nýskapan. Í kappingarhøpi eru telemarknaðurin og elmarknaðurin sera væl sambæriligir. Áðrenn latið varð upp fyri kapping á telemarknaðinum var mótstøðan stór frá Føroya Tele, og onki skuldi bera til. Allur ivi tí viðvíkjandi bleiv tó ógvuliga skjótt mótprógvaður. Kappingin hevur fingið prísirnar niður, og í dag hava Føroyar ein telemarknað, sum bæði tøkniliga og viðvíkjandi nýskapan gongur á odda í heimshøpi.

Alt gott um at SEV nú bjóðar seg at keypa avlopsorkuna frá privatfólki og fyritøkum, ið seta sær smá orkuverk upp, tað veri seg við sólpanelum, vatnturbinu ella vindmyllu – ella eitt sindur av hvørjum.

Tað er rætt at gera brúkararnar tilvitaðar um grøna orku og eggja teimum til við slíkum átøkum.

Men í samlaða Tí fer effektin av nýggja átakinum hjá SEV í ógvuliga lítlan mun at síggjast aftur í øktari grønari orkuframleiðslu.

Tað fer hon hinvegin, um SEV eisini fer at lata netið upp fyri nýggjum stórframleiðarum av grønari orku. Hendir tað ikki, fer tað hinvegin heldur ikki at eydnast at fáa alla orkunýtslu á landi grøna í 2030.

Tað prógvið kemur av sær sjálvum, tí tað fer ikki at bera til at fáa 16.000 húsarhald at leggja um til grøna orku, um heildarloysnir sum tær, ið Magn og Demich hava í umbúna, ikki sleppa upp í part, og nýggir veitarar ikki sleppa at selja el beinleiðis til brúkaran.

Hendrik Egholm
samtaksstjóri, Magn