Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Rot er komið í skipanina

Jacob Vestergaard - 24.FO

Kanningarstjórin hevur við frágreiðing síni sett niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni (LUM) til síðis, tá LUM í desember 2014 staðfesti, at tað ikki var loyvt at flyta veiðiloyvi frá línuskipum á skip, sum høvdu verið ídnaðarskip.

Kanningarstjórin hevur harvið staðfest, at allar flytanir av veiðiloyvum í Fiskimálaráðnum hava verið lógligar.
Tað er løgið, at LUM og kanningarstjórin koma til so ymiskar niðurstøður. Kann tað hava nakað at gera við, hvør er landsstýrismaður?

Høgni Hoydal bað um at verða kunnaður um allar umsóknir um flytan av veiðiloyvum. Høgni Hoydal bleiv kunnaður. Í Løgtinginum lætst hann ikki at kenna til málið, og kanningarstjórinum kom til ta niðurstøðu, at Høgni ikki segði ósatt ella villeiddi Løgtingið, tí hann ikki hevði “givið sær far um” kunningina.

Hóast kanningarstjórin stendur við próvtilfarinum í hondunum, velur hon at trúgva tí, sum Høgni Hoydal sigur. Er nøkur orsøk til at savnað próvtilfar, tá ein trýr fult og fast uppá tað, sum tann “ákærdi” sigur?

Niðurstøðan hjá kanningarstjóranum tekur grundarlagið fulkomuliga undan ásetinginum um “ábyrgd landsstýrismanna”. Nú ber væl til hjá landsstýrisfólkum at siga ósatt og villeiða Løgtingið, bara ein aftaná tykist óvitandi.

Tíverri kann tað staðfestast, at rot er komið í skipanina, tí tilvildarligar løgfrøðiligar niðurstøðir, sum eru í ansøgn við allar rættarligar siðvenjur, verja “politisku” elituna.

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður​