Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Lívgandi rammur ella kvalandi reguleringar

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Ikki hoyrist nógv um hvat ið ætlanin er fyri fiskivinnuna hóast nýggja og umfatandi lóggávu — hurlivasi valdar framvegis í spurninginum um hvat vit vilja við hesari vinnu, og lítið og einki sæst til ábendingar um veruligar málsetningar. 

Búi Tyril

Eitt er at ætla okkurt; eitt annað at vita hvat tað er man vil, herundir hví, og eisini hvussu man hugsar sær at tað man ynskir skal kunna gerast veruleiki. Tað kallast við einum fínum orði fyri at hava eina ‘visión’ — also nakað man hevur umhugsað væl og virðiliga og orðað eitt sindur yvirskipað, tó við støði í veruligum viðurskiftum og realistiskum framskrivingum av tilgongdum ið eru avgerandi fyri myndina. Tá er tað ein trúverdig visión; tað mótsatta er meira at rokna sum ein innantóm glitrimynd, og tíverri er síðstnevnda fyribrigdi dekan ov ofta tað sum rennur einum til hugs tá eitt orð sum ‘visión’ verður brúkt. Tíverri; men tað merkir ikki at nakað skeivt liggur í orðinum sum so. Hví hetta er so farið av sporinum kann sjálvandi vera áhugavert at umhugsa, men her skal fyrst og fremst staðfestast at vit sakna eina veruliga visión, eina framtíðar ætlan fyri fiskivinnuna.

Ein politiserað vinna er ikki tað ið flestu føroyingar ynskja, tvørturímóti. Tað sum fólk ynskja—og tað hevur einki sum helst við partapolitikk at gera — er greiðar spælireglur og tryggir karmar at virka undir. Men fyri at kunna gera hetta rímiliga ynski hjá vinnulívinum og øllum teimum ið eru knýtt at tí til veruleika, krevst at tey ið smíðja okkara lógir leggja fram eina greiða og skilagóða ætlan—og ja, aftur við einari visión sum vil eitt sindur meira enn alt tað vit taka fyri givið, uttan tó at gerast beinleiðis bláoygt. Er tað so torført?
Hvussu torført tað er, veldst jú um fyritreytirnar. Eru fyritreytirnar at politikarar og embætisfólk og onkrir konsulentar við teimum bara skulu seta nøkur luftig og háfloygd slagorð saman uttan munadygga samvirkan frá teimum ið kenna til fiskivinnuna í fyrstuhond, fyri síðani at fáa onkrar løgfrøðingar til at skriva ein drakoniskan lógartekst, so verður tað ikki lætt. Undir slíkum fyritreytum kemur nevniliga at leka so illa millum teori og praksis at tann legala-regulativa skútan lættliga kollsiglir longu áðrenn hon kemur út av vágni. At royna sum frægast at lensa og umvæla undir sigling er sjálvandi frægari enn at einki gera undir slíkum umstøðum; men best hevði verið at gjørt tað arbeiðið longu áðrenn lagt varð frá landi.
Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2018/04/kvalandi-reguleringar-ella-livgandi.html#more