Fitt av fólki var møtt í Skálavík til fund hjá Sandoyara Fólkafloksfelag mikukvøldið, har avgjaldsøðin hjá sitandi samgongu var umrødd.
Marita Rasmussen, stóri í vinnuhúsinum, segði ma. at kappingarførið hjá føroysku vinnuni er í vanda og alneyðugt er at fáa ein verðuligan vinnupolitik.
Jørgen Niclasen vísti á avgjaldsøðina, sum hendan samgongan hevur álagt bæði vinnu og føroysku familjunum. Hann nevndi hækkan av bensin- og dieselavgjald á akfør, avgjald á smyrjiolju, vektgjaldið á akfør er hækkað, heilsutrygdargjaldið, tinglýsingaravgjaldið, umhvørvisavgjald, eykaskatt til barsilsskipan og samhaldsfasta og kringvarpsgjald. Og nú er skatturin til Samhaldsfasta hækkaður einaferð enn og hesufer afturvirkandi. Óhoyrt og óhugnaligt. Talan er um fleiri hundrað milliónir krónur hvørt ár.
Jacob Vestergaard vísti á skattanevndina hjá Kristinu Háfoss, har nýggja skatta- og avgjaldsøðin verður avdúkað. Hvørt húsarhald skal gjalda 12.000 í húsarhaldsgjaldi um árið og hvør borgari í Føroyum skal rinda 3.600 kr fyri at verða føroyingur.