Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Móttøka í Sjóvinnuhúsinum

Sjóvinnuhúsið mynd 24.fo

Nú komið er á mál við tí partinum av umbyggingini av Sjóvinnuhúsinum í Havn, sum Landsverk hevur havt ábyrgdina av, bjóðar Landsverk til almenna móttøku í bygninginum komandi fríggjadag

HÁTÍÐARHALD:.

Umbyggingin av tí partinum av Sjóvinnuhúsinum, sum Fróðskaparsetrið skal halda til í, er nú liðugur. Tað vil siga onnur, fjóðra og fimta hædd. Tað eru sjúkrarøktarfrøðideildin og náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, sum eru fluttar inn her.

Umframt skúlastovur og bólkarúm, eru skrivstovur fundarhølir og allir teir fasilitetir nú til staðar, sum skulu til fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Millum annað er ein fyrilestrarsalur eisini og ein matstova.

Almenna móttøkan verður hildin í silo’ini í Sjóvinnuhúsinum nú fríggjadagin tann 4. mai klokkan 10.30 – 12.00.

Skráin
10.30       Móttøkan byrjar

Røðarar
Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, bjóðar vælkomin
Annika Olsen, borgarstjóri í Havn
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki
Ólavur Ellefsen, stýrisformaður á Fróðskaparsetrinum

Øll eru hjartaliga vælkomin at síggja nýggju umstøðurnar hjá Fróðskaparsetrinum og fáa sær ein góðan kaffimunn.