Komandi ABC tiltøkini verða longu í mai. ABC verður t.d. partur av umhvørvisátakinum “Slóða fyri” í Klaksvíkar kommunu, møguliga partur av ruddingardegnum í Sunda kommunu, og Fólkaheilsuráðið skipar saman við Tórshavnar kommunu fyri einum stórum ABC tiltakið síðst í mai, ið eitur “Rørslufagnaður”.
Fjórði ABC samstarvsfundur var í gjár, har Fólkaheilsuráðið kunnaði samstarvsfelagar um gongdina í ABC verkætlanini, og hvørjar ætlanir Fólkaheilsuráðið hevur fyri komandi tíðina. Samstarvsfelagarnir byrja nú í størri mun at taka ABC verkætlanina til sín og finna útav, hvussu teir ynskja at skapa karmar fyri virksemi, sum kann virka sálarliga heilsufremjandi. Eisini løgdu vit ætlanir fyri altjóða sálarheilsudagin, ið verður 10. oktober.