Home Fólk & Samfelag Kunning um ein ovbyrjaða kommunulæknaskipan

Kunning um ein ovbyrjaða kommunulæknaskipan

by OML

Kommunulæknaøkið hevur ikki verið raðfest seinastu nógvu árini, og økið hevur leingi havt avbjóðingar við undirmanning. Økið er normerað til 34 kommunulæknar, men d.d. eru 23 størv við fastsettum læknum. Hini størvini eru annaðhvørt ómannað ella sett við skiftandi avloysarum. Í fjør var talið eitt skifti heilt niðri á 13 kommunulæknum. Tíbetur eru fleiri læknar komnir í starv síðan tá, men nú sær gongdin aftur út til at ganga skeiva vegin.

Hetta hava vit ferð eftir ferð gjørt avvarðandi mynduleikar vart við. Vit hava víst á, at neyðugt er við miðvísum arbeiði fyri at fáa størvini sett, umframt at neyðugt er at fáa normeringinga av størvum upp. Hetta vildi ført við sær, at færri borgarar eru til hvønn kommunulækna. og at vit tí kunnu veita eina góða tænastu til borgaran.

Vit vita væl, at ikki eru nóg nógvir serlæknar í almen medicin at fáa størvini sett beinanvegin. So tí er enn meira umráðandi at gera nakað munagott alt fyri eitt fyri at fáa læknarnar í ovbyrjaðu skipanini at halda fram, og at fáa nýggjar kommunulæknar í starv. Sum gongdin er nú, er skjótt at fleiri okkara velja fasta starvið frá.

Vinarliga
Nevndin í Kommunulæknafelag Føroya

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.