Ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, Huxa, hevur havt aðalfund í vikuskiftinum.
Nevndin er umboðað av fólki úr Klaksvík, Fuglafirði, Strondum, Eiði og Tórshavn.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Tummas Jóhan í Djónastovu, Eiði, formaður
Beinir Johannesen, Klaksvík, næstformaður
Jóhan Djurholm, Tórshavn, kassameistari
Jákup Oluf á Lakjuni, Fuglafjørður, skrivari
Jónas Højgaard, Tórshavn, nevndarlimur
Eykalimir:
Rakul S. Fredriksberg, Strendur
Arnbjørn E. Justesen, Klaksvík
Nevndin hevur á fyrsta nevndarfundi, ið var beint eftir aðalfundin, tosað um, hvat tey hava í hyggju fyri árið og skrivar:
”Nýggja nevndin í Huxa fer at arbeiða fyri einum virknum, konservativum ungdómspolitikki, og er nevndin m.a. samd um at arbeiða fyri at forða fríari fosturtøku. Nevndin ætlar eisini at viðgera týðandi samfelagsspurningar, sum fiskivinnu og bústaðartrupulleikar og annað.”