Norðurlond og baltisku londini taka nú enn eitt stig til at styrkja samstarvið um talgilding. Saman við hinum norðurlendsku londunum hava Føroyar í dag skrivað undir felags ráðharrayvirlýsing um sokallað tilgjørt vit (artificial intelligence – stytt AI).
Landsstýrið arbeiðir – umvegis Talgildu Føroyar – við eini heildarætlan fyri talgilding í Føroyum. Hóast AI ikki er beinleiðis partur av verkætlanini, er tað týdningarmikið, at Føroyar eru fyrireikaðar til hesa tøkni.
Norðurlendska og baltiska samstarvið um talgilding byrjaði í 2017, tá ið MR-Digital var sett á stovn. Ráðharrarnir í norðurlendsku og baltisku londunum manna MR-Digital. Talan er um eitt ráðharraráð, sum fyribils – í tíðarskeiðinum 2017-2020 – skal arbeiða fyri at skapa eitt samanhangandi og sameint talgilt øki, ið skal gagnnýta talgildu tøknina til at skapa vøkstur og enn betri vælferð í norðurlondum og í baltisku londunum.