Veðrið var av tí allarbesta, tá ið umleið 3.000 fólk leitaðu sær oman á Vaglið fyri at luttaka í Rørslufagnaðinum, sum Fólkaheilsuráðið saman við Tórshavnar kommunu skipaði fyri í dag.
Fjøldin var sera fjølbroytt – børn, ung og eldri – sum tóku væl undir við boðskapinum um at røra seg saman við øðrum, og nógv nýttu høvið at brúka súkklu, rulluskoytur, rennifjøl og mangt annað stuttligt.
Eldblásari setti dám á byrjanina á túrinum. Óførur DJ spældi góðan lívgandi tónleik allan vegin, og fleiri luttakarar møttu upp í litríkum klæðum.
Aftaná túrin var ein rúgva av virksemi á skránni á Vaglinum, millum annað hoppaðu nøkur band, onnur vóru til joga, nøkur gjørdu fimleik, summi hugnaðu sær við kritspølum ella telvaðu og nøkur nýttu høvi at skriva ella tekna dømi uppá, hvat tey ætla at gera fyri at styrkja sína sálarligu heilsu og sálarligu heilsuna heilsuna hjá øðrum.
Væl nøgdir luttakarar
Ein luttakari segði soleiðis:
“Tað var rørandi at hoyra, at øll kundu vera við, eisini tey við stavi og høkjum, og tí valdi eg at luttaka. Eg eri sera glað fyri, at eg gav mær sjálvari stundir til at vera við, tí hetta er eitt fantastiskt tiltak.”
Í tjaldinum skrivaðu børn nøkur ynski um ABC virksemi, fleiri av ynskinum vóru:
“at hesin dagurin er einaferð um mánaðin.”
Fleiri luttakarar søgdu, at hetta var eitt rørandi tiltak, tí øll kundu vera við.
Vit vóna, at øll hava fingið nakað gott burturúr og kunnu taka undur við, at tað er gott at røra seg; at gera tað saman við øðrum er enn betri og at gera tað á ein stuttligan, meiningsfullan og litríkan hátt, er ein sonn frøi.
Eitt ABC tiltak
Rørslufagnaðurin er ein liður í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, ið er ein verkætlan, sum leggur dent á at styrkja sálarligu heilsuna hjá føroyingum við at vera virkin á ymiskan hátt, vera partur av einum felagsskapi og luttaka í virksemi, sum gevur meining fyri ein. Sigast kann, at boðskapurin var í hásæti til tiltakið í dag.
Mett verður, at hetta er eitt av størstu og vælvitjaðu tiltøkunum hjá Fólkaheilsuráðnum.