Home Tíðindir Eurasiatiska Búskaparsamgongan samtykt at gera avtalu við Føroyar

Eurasiatiska Búskaparsamgongan samtykt at gera avtalu við Føroyar

by OML

Ráðharraráðið í Eurasiatiska Búskaparsamgonguni, EABS, samtykti fyrr í vikuni einmælt at gera avtalu við Føroyar.

Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan eru limir í EABS. Talan er sostatt um ein marknað við 183 milliónum íbúgvum. EABS umsitur handilssambondini vegna øll limalondini, heruppií eisini fríhandil við Russland.

Við avtaluni eru partarnir samdir um miðvíst at samstarva við at styrkja handilsligu og búskaparligu bondini millum Føroyar og limalondini í EABS.

“Avtalan er eitt gjøgnumbrot. Hon er eitt týðandi stig á leiðini at fáa handilsviðurskiftini millum Føroyar og londini í EABS í eina fasta legu og fer væntandi at slóða fyri, at ein fríhandilssáttmáli millum Føroyar aðrumegin og Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan hinumegin gerst veruleiki,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Moskva

Poul Michelsen og Tatiana Valovaya, ráðharri í Eurasiatisku Búskaparsamgonguni, ið varðar av samhandli vid triðjalond, fara væntandi at undirskriva avtaluna í Føroyum í august í ár.

Áðrenn tað fer landsstýrismaðurin at ráðføra seg við Løgtingsins Uttanlandsnevnd um sjálva avtaluna.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.