Home Tíðindir Hátíðarhald í Grønlandi

Hátíðarhald í Grønlandi

by OML

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, luttók týsdagin og mikudagin í hátíðarhaldi í Ilulissat í Grønlandi í sambandi við, at 10 ár eru liðin síðan strandarlondini í Íshavinum undirskrivaðu Ilulissat Yvirlýsingina. Stjórnarumboð fyri limalondini í Arktiska Ráðnum og fyri upprunafólk í Arktis tóku eisini lut.

Ilulissat Yvirlýsingin var fyrsta formliga semjan millum londini í Arktis um á altjóða stigi at samstarva friðarliga um millum annað náttúru- og umhvørvisvernd, búskaparmenning, gransking og trygd á sjónum.

“Ilulissat Yvirlýsingin er eitt høvuðsgrundarlag undir tí fyrimyndarligar altjóða samstarvi, sum londini í Arktis hava á flest øllum økjum. Tað gagnar okkum og tí grannalagi, vit eru partur av, at samstarvið er opið og friðarligt. Tað er eingin sjálvfylgja, tí fleiri av arktisku londum eru í stríði hvørt við annað aðrastaðni kring heimin. ” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Eisini markeraðu luttakararnir, at nýggjar granskingaravtalan millum londini í Arktiska Ráðnum kom í gildi. Føroyar vóru við til at undirskriva avtaluna á ársfundinum hjá Arktiska Ráðnum í Fairbanks í Alaska í fjør.

Millum luttakararnar annars vóru danski uttanríkisráðharrin Anders Samuelsen, russiski fiskimálaráðharrin Ilya Shestakov og svenski útjaðaramálaráðharrin Svend-Erik Bucth, umframt umboð úr Noregi, Íslandi, USA, Kanada og Finnlandi.

Røðan hjá Poul Michelsen kann lesast her.

Á ferðini hitti Poul Michelsen Vivian Motzfeldt, sum nýliga hevur tikið við sum landsstýriskvinna í uttanríkis- og útbúgvingarmálum í Grønlandi. Poul Michelsen nýtt eisini høvi at bjóða henni á almenna vitjan í Føroyum.

Russiski fiskimálaráðharrin Ilyia Shestakov hevur eisini vitjað í Føroyum. Russland fekk undir hátíðarhaldinum í Ilulissat serliga viðurkenning fyri sín leiðandi leiklut í arktiskum samstarvi.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.