Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Tunlarnir norður um Fjall hava skund

Aksel L Johannesen løgmaður. Mynd 24.FO

FYRISPURNINGUR: Vónandi ber til at fara undir at gera tunlarnar norður um Fjall skjótari enn upprunaliga ætlað

Tað er ikki nøktandi, at tað ikki verður farið undir at gera tunlarnar norður um Fjall fyrr enn í 2022. Tí verður arbeitt við at framskunda teir. Tað svarar løgmaður millum annað í einum § 52a fyrispurningi frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um tunlar norður um Fjall

“Sum kunnugt verða fleiri stórar verkætlanir framdar, og íløgukarmurin er avmarkaður. Men vónandi ber til at dagføra íløguætlanina, soleiðis at allar fyrireikingar til verkætlanina verða lidnar í 2019, og at farið verður undir at gera tunlarnar norður um Fjall skjótari enn upprunaliga ætlað, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Sí var løgmans her

UM TUNLARNAR NORÐUR UM FJALL

Tunlarnir norður um Fjall fevna um Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin.

Teir lótu upp ávíkavist í 1965 og 1967.

Árnafjarðartunnilin er 1.680 metrar, meðan Hvannasundstunnilin er 2.120 metrar til longdar. Báðir tunlarnir hava ein koyribreyt.