Heildarveiðan var 700 túsund tons í 2017 Tað eru 132 túsund tons fleiri enn í 2016, tá heildarveiðan varð 568 túsund tons. Í 2017 var uppisjóðarveiða fýra fimtingar av samlaðu veiðuni. Hetta skrivar Hagstovan á heimasíðuni..
Hagstova Føroya » 31. mai 2018
Í 2017 fiskaðu føroysk skip samanlagt góð 700 túsund tons á øllum leiðum. Tað eru 132 túsund tons fleiri enn í 2016, tá heildarveiðan varð 568 túsund tons. Í mun til 2016 er tað nøgdin av svartkjafti og sild, ið er økt munandi, ávikavist 74 og 52 túsund tons, meðan størsta minkingin var í veiðuni eftir brislingi, smá 4 túsund tons.
Heildarveiðan er øll veiða hjá føroyskum skipum á øllum leiðum. Heildarveiðan verður uppgjørd einaferð um árið í mai mánað. Heildarveiðan er uppgjørd í livandi vekt.
Heildarveiðan er økt munandi síðani 2012, góð 360 túsund tons, og er nøgdin á 700 túsund tons í 2017 tann størsta nakrantíð og smá 80 túsund tons meira enn gamla metárið 2006, tá heildarveiðan var 623 túsund tons. Orsøkin til stóru økingina seinastu árini er, at nøgdin hesi árini, einamest av uppsjóvarfiski og harí serliga svartkjafti, er økt seinastu árini. Nøgdin av svartkjafti er økt 273 túsund tons síðan 2013.
44% av heildarveiðuni fiskað í føroyskum øki
Størsti parturin av heildarveiðuni, 306 túsund tons, varð fiskaður í føroyskum øki, sum er ICES øki Vb1b og Vb2 . Tað er føroyski landgrunnurin og Føroya banki. Havast skal í huga, at heildarveiðan verður gjørd upp eftir ICES økjum. Føroyskt sjóøki er eisini í ICES IIa, Iva og Va. Harafturat verður nakað av veiðuni á Hatton Bank og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum roknað at verða veitt í føroyskum øki.
Av hesum 306 túsund tonsunum í føroyskum øki taldi svartkjaftur góð 211 túsund tons, upsi um 32 túsund tons og sild 14 túsund tons.
Næst størsta fiskileið hjá føroyingum í 2017 var ICES øki IIa1 og IIa2 (Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið), har góð 210 túsund tons vóru fiskað, harav góð 93 túsund tons vóru sild og góð 58 túsund tons makrelur.
83% var uppsjóvarfiskur – botnfiskurin var 15%
Um fýra fimtingar av heildarveiðuni í 2017 eru uppsjóvarfiskur. Av hesum er svartkjaftur við góðum 356 túsund tonsum nógv tann størsti parturin.
Botnfiskasløgini telja áleið 15 prosent av heildarveiðuni, og er toskur um 36 túsund tons og upsi góð 33 túsund tons størsti parturin av hesum.
Veiðan av toski og hýsu minkað meir enn eina helvt síðani 2003
Av heildarveiðuni hevur fiskiskapurin eftir toski, hýsu og upsa verið støðugur seinnu árini.
Verið farið nøkur ár aftur í tíð, so er nøgdin minkað fyri hesi fiskasløg. Toskurin er eittnú minkaður síðani 2003, frá 58 túsund tonsum niður í 36 túsund tons í 2017. Hýsunøgdin er hesa tíðina minkað heilt úr 30 túsund tonsum niður í smá 7 túsund tons.
Tað er í føroyskum øki, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest. Nógv tann størsti parturin av toskinum verður nú fiskaður eystanfyri í Barentshavinum. Upsafiskiskapurin er nærum einans á føroyskum øki og var heilt góður árini 2005-2009 – nærum 70 túsund tons í meðal hesi árini. Seinastu seks árini hevur upsaveiðan í meðal verið um 30 túsund tons.
Av tí at upplýsningar ikki eru tøkir um virðið á øllum tí partinum av heildarveiðuni, ið er uttan fyri avreiðingarskipanina, ber ikki til at gera landingarvirðið av samlaðu heildarveiðuni upp.
Heildarveiðan er dagførd í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsningar á ár, fiskaslag og fiskileiðir.
Viðmerking: Heildarveiðan er uppgjørd í livandi vekt.
Dagførd og útgreinað hagtøl um arbeiðsloysi eru at finna í hagtalsgrunninum her.