Landsroknskapurin fyri 2017 er latin løgtinginum. Landsroknskapurin er eitt yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur landskassans í einum givnum ári, og hann gevur okkum sostatt eina heildarmynd av fíggjarstøðuni hjá landinum.
Landsroknskapurin vísir eitt avlop á 563 mió. kr. Fremsta orsøkin til avlopið er, at inntøkurnar: skattir, avgjøld og tollur, vóru hægri enn mett í fíggjarlógini fyri 2017.
”Vit kunnu øll fegnast um, at landskassin í 2017 rakk besta úrsliti síðan 2001. Hetta er eisini neyðugt nú vit hava búskaparligan undanvind. Samstundis vita vit, at landskassin hevði stórt hall 8 ár á rað árini eftir fíggjarkreppuna, á samanlagdar 3 milliardir krónir, og tí eisini økti skuldina hesi árini. Landsstýrið og samgongan hava tí sett sær fyri, frá fyrsta degi, at hava munandi avlop, fyri at styrkja búskapin, minka landsins skuld, og spara upp í Búskapargrunni Føroya til komandi tíðir. Samanlagt væntast úrslitini fyristu 3 árini í samgonguskeiðanum, 2016-2018, at geva um eina milliard í avlopi. Hetta vil gera okkara búskap tryggari og sjálvbjargnari.” sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.
Til samanberingar vísti roknskapurin fyri 2016 eitt avlop á 158 mió. kr. Nú roknskapurin fyri 2017 vísir eitt avlop á 563 mió. kr., er talan um eitt úrslit, ið er 405 mió. kr. betri enn árið undan.