Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Eldur í Split í dag

Seinrapartin í dag kom eldur í vøksturin beint við strondina og beint við Hotel Zagreb í liggur einar 4 km uttanfyri Split, Sløkkiliðið var skjótt á staðnum og royndi at basa eldinum.

Tað sá sera ógvusligt út tá eldur komi í trøð og annan vøkstur. Nógvur roykur kom frá eldunum og var fest í báðumegin ein nógv trafikeraðan veg. Sløkkiliðið fekk tamarhald á eldinum og lukkutíð nakrar tímar eftir fór toran at gánga og tað fór at regna. Nú er aftur turt og 28 gradir í Split.

Í Split búgva umleið 180.000 íbúgvar og er Split næststørsti býur í Kroatia. Í Kroatia búgva gott 4,2 millonir íbúgvar og liggur Split tætt við eitt anna kent ferðamál nevniliga Dubrovnik. Høvuðsstaðurin í Kroatia er Zagreb og har búgva gott 792.000 íbúgvar.

Myndir: Her eru nakrar myndir frá Split og Dubrovnik

dav
dav
dav
dav
sdr
dig