Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Avreiðingarnar fimm fyrstu mánaðirnar áleið sum í fjør

Savnsmynd 24.fo

Meiri av toski og minni av upsa sæst í uppgerð frá Hagstovuni um veiðuna undir Føroyum 5 teir fyrstu mánaðarnar í ár.

Hagstova Føroya » 20. juni 2018

Uppgerðin av avreiðingunum fyri teir fyrstu fimm mánaðirnar í 2018 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór ella lítil royndin hevur verið.