Hugskotið at gera biogassverk í Føroyum er gamalt. Í fleiri ár hevur verið eyðsýnt, at lívrunnið burturkast frá alivinnuni og tøð frá landbúnaðinum eru virðismiklar rávørur, sum kunnu brúkast til biogassframleiðslu og til góðskað tøð.
Nú er komið so langt, at Bakkafrost samtakið tekur stig til at byggja eitt slíkt verk inni á ídnaðarøkinum á Skarðshjalla.
„Biogassverkið er eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu fáa virði burtur úr okkara burturkasti. Føroyskur laksur verður seldur sum hávirðisvøra um allan heim, og nú fara vit eisini at brúka tað lívrunna burturkastið til orkuframleiðslu og góðskað tøð í Føroyum,“ sigur Regin Jacobsen stjóri á Bakkafrost.
Biogass fer at avloysa fossil brennievni Nýggja biogassverkið kemur væntandi at taka ímóti uml. 40.000 til 50.000 tonsum av lívrunnum burturkasti frá alivinnuni og tøðum frá mjólkarbóndum. Biogassverkið umbroytir lívrunna burturkastið til náttúrugass, sum kemur at verða brúkt sum orkukelda í staðin fyri olju, og tí fer hetta at hava munandi kolevnissparing við sær.
„Um vit skulu flyta Føroyar fram ímóti eini støðu, har vit bert brúka grøna orku, er umráðandi, at vit brúka fleiri ymiskar grønar orkukeldur, sum kunnu avloysa tey fossilu brennievnini. Og her kann biogass eisini spæla ein týðandi leiklut. Vit fegnast tí um hetta átakið, sum Bakkafrost samtakið hevur tikið stig til,“ sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orku- og umhvørvismálum.
Veruligur ringrásbúskapur Tá ið lívrunna burturkastið er viðgjørt í biogassverkinum, er ætlanin, at tað skal brúkast sum góðskað tøð. Avgassaðu tøðini koma eftir viðgerðina at hava munandi betri taðingarevni enn vanlig óviðgjørd neytatøð. Orsøkin er, at lívrunna burturkastið frá alivinnuni rúmar fleiri týðandi miniralir m.a. fosfor. Harumframt koma góðskaðu tøðini næstan ikki at lukta.
„Vit fegnast um hesa verkætlanina, sum hevur fleiri fyrimunir við sær fyri føroyskan landbúnað. At hava atgongd til tøð av høgari góðsku er týdningarmikið fyri okkara framleiðslu av stráfóðri,“ sigur Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum.
Biogassverkið kann framleiða uml. 2,3 mió. rúmmetrar av gassi um árið. Hetta gevur eina el- framleiðslu, sum svarar til elnýtsluna hjá uml. 1.900 húsarhaldum. Harumframt fer verkið at framleiða fjarhita til uml. 400 húsarhald. Tilsamans fer biogassverkið at geva eina sparing í útláti av CO2 á uml. 11.000 tons um árið.