Spurningurin ið ógvuliga skjótt kann fara at stinga seg upp, er um Danska Fólkatingið ikki kann hugsast at vilja lækka blokkin. Havandi í huga góðu gongdina í Føroyum og munandi øktar fiskivinnuinntøkur frá uppisjóðarveiðuni so er hetta ikki óhugsandi.
Tað vildi verið lagnunnar speisemið um tað til seinast verða danir í fara at loysa frá Føroyum og ikki umvent. Eg trúgvi ikki at danir fara at finna seg í og góðtaka tann politikk ið her verður førdur. Tað er bara ein mátið at fáa javnvág í fólkastýrið aftur og tað er at skerja blokkin.
Við ovurhonds nýggjum rættindum undir Føroyum er hugsandi at fleiri flokkar á fólkatingið fara at krevja at blokkurin skal lækka. Tá hjálpir tað lítið hvat danska stjórnin ella statsministarin ynskir.
Um vit halda, at danir eru so sera fegnir um at rinda til okkara ovurhonds vælferð so skulu vit bara trúgva umaftur. Tá danski veljarin fer at krevja lækkan av blokkinum tá fara politikararnir á Christiansborg sjálvandi at lurta.
Tíðin er komin til, at vit geva tjóðveldið tað loysing sum tey hava ynskt, og tá verður svangligt í høvuðsstaðnum.
Eg skal her endurgeva tað sum blaðstjórin á Norðlýsinum vísir á í leiðaranum – brot:
“Okkurt høvdu Jóhann Simonsen og Heini O. Heinesen sagt, nú Tjóðveldisflokkurin er blivin ein reindyrkað embætis- og sambandsrørðsla
– ein patta hjá tjóðveldis-akademikarum í havn, at súgva seg fastan á eftir loknan lestur í Danamørk – sera fast á.
Hóast vit hava bestu tíðir á Føroya landi nakrantíð og vit hava loysingarflokkarnar Tjóðveldi (hví broyta navnið?) og Framsókn við róðrið eru vit aldrin longri vekk frá loysingini enn tað sama.” Brot frá leiðaranum á Norðlýsinum tann 25 juni 2018 skriva hevur Jóhann Lützen blaðstjóri.
Tá danir fara at loysa frá Føroyum, tá veit eg hvør fer at ráða í Føroyum – tá verður eisini gott at hava eitt veruligt EU-Pass í lummanum. Høvdu danir so eisini syrgt fyri, at hoymføðingarnir skulu hava visum fyri at sleppa til Danmark, so hevði verið gott.
So kunnu teir sita her og tosa um menning, gjøgnumskygni, burardygga veiðu og spæla statsreiðarar eisini.