Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Grundhugsjónin er, at ongin skal tjena pengar.

Hendan sosialistiska samgongan er besta prógvið uppá, at fyri tað um reiðarar og annað gott fólk í vinnuni blíva revsaði og undirdýkt í skattum og avgjøldum,  so fær vanligi lønmóttakarin ikki meir í sín lønarposa fyri tað. 

Tað er nú staðfest, at  rakstrarrópið undan valinum  Fólksins ogn meintist  við landskassans ogn og er ikki komið út til arbeiðandi fjøldina enn. Við hesi samgonguni fer Fólksins ogn heldur ongantíð at náa út til alt  fólkið kring alt landið,  men verður uppetin áðrenn av sosialistunum í Tinganesi.

Nýggir aktørar ?

Samgongan sigur seg vilja hava nýggjar aktørar inn í fiskivinnuna ?  Men hvør hevur hug at fara inn í eina vinnu, har úrslitið mestsum er givið uppá forhond – nevniliga tú sleppur ikki at tjena pengar ?  Slettis ikki nógvar pengar.  Tú skalt stríðast og kempa, men bara so dánt yvirliva,  ikki nógv meir enn tað.

Ongin skal blíva ov sterkur

Eftir politikkinum  at døma, so  ynskja Høgni, Aksel og Poul  okkum aftur til 8-mannaførini og sluppungarnar. Har  føla teir  helst, at teir hava meir kontrol.  Teir mugu ikki missa kontrol.   Ongin skal blíva ov sterkur.

Higartil er  ikki nógv,  sum bendir á nakran serligan áhuga hjá øðrum at koma uppí fiskivinnuna. Hetta er væl skiljandi, tí fiskivinnan er ikki lokkandi, so leingi hendan sosialistiska  samgongan situr. Mest umráðandi er  at mjólka sum mest av peningi úr vinnuni inn  í landskassan.

Óvinaliga  sinnað móti dugnaligum   reiðarum og  vinnulívsfólk

Vit hava eina samgongu, sum  er óvinaliga  sinnað móti dugnaligum   reiðarum og  vinnulívsfólki, sum tjena pengar. Tey skulu revsast.  Eisini  privatfólk, sum tjena pengar merkja avgjaldsøðina hjá hesi samgonguni.

Ístaðinfyri at gera ábøtur í  fiskivinnuni, har tað ikki gongur  væl, so fer samgongan eftir tí partinum av fiskivinnuni, har tað gongur væl og ger stóran skaða har. Ongin skal vága sær at stinga stavnin framum. Tey skulu skjóta á og ongin skal tjena pengar.

Harumframt kunnu tey eisini  rokna við at skula standa model til almenna útspilling.   Tað blívur meiningsleyst hjá vinnuni og øllum øðrum at tjena pengar. Allur framtakshugi og fyritaksemi verður køvt.

Skulu vera skaffidýr ?

Tað sýnist, at nýggju aktørarnir – og teir verandi skulu vera skaffidýr til almennu sosialistisku ovurnýtsluna, sum vit eru vitni til í dag.   Teir skulu hava tað sum krevst fyri at yvirliva, men  restin skal í stóra pott til Høgna, Aksel og Pól til teir at deila út.    Tað er undarligt um nýggir aktørar hava hug at fara uppí eina vinnu, har møguleikin at tjena pengar ikki er til staðar.

Trælabindir

Kvf gjørdi í 2017 samrøðu við kenda skiparan og reiðaran Mortan Jóhannesen. Har segði hann m.a. at landsstýrið trælabant teir. Gjøldur bleiv tá gjørt burtur úr hesum, men við núverandi politikki, blíva hesi orðini meir og meir til veruleika.

Føroyar mugu bjargast undan sosialistunum í Tinganesi áðrenn øll okkara høvuðsvinna gevur skarvin yvir og kastar handklæðið í ringin.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna