Home Fólk & SamfelagPolitikkur Hevur fiskivinnan nakra framtíð í Føroyum ?

Hevur fiskivinnan nakra framtíð í Føroyum ?

by OML

Sýnist sum hendan samgongan og hennara ørindasveinar hava fingið dugnaligar   reiðarar og fiskifóllk í rangastrúpan. Um ágangurin á reiðarar og fiskifólk heldur áfram, verður ikki lív laga hjá teimum.

Føroyar hava ligið fremst í skipaheri síðstu árini, men hvussu leingi verður tað  aftrat við Høgna, Aksel og Poul á brúnni. Vit hava verðins bestu skip – ella hava havt. Vit hava  verðins besta sjófólk og verðins besta matkova. Hvussu leingi verður tað aftrat ?

Tað sum rørir seg ímillum manningar á uppisjóvarskipum í dag er  stóra óvissan sum valdar. Manningarnar vita ikki hvat framtíðin hevur at bjóða. Alt er blivið meir óhugaligt. Nakrir  umhugsa sína støðu. Møguliga skuldu teir funnið sær annað tryggari starv. Allarhelst uttanlanda.

Um hetta hendir, so kemur føroyska fiskivinnan  at missa nógv gott fólk. Kanska serliga navigatørar, maskinmenn og smiðjumenn í fyrsta umfari, men við tíðini gott og roynt  sjófólk á øllum plássum umborð. Vit koma at missa serkunnleika, sum er bygdur upp ígjøgnum ættarlið.

Okkara høvuðsvinna, okkara flaggskip blívur við førda  politikkinum afturúrsigld. Hetta kann blíva tungt at heinta innaftur ella ómøguligt. Grannar okkara  byggja nýggj hátøknilig skip, men vit føroyingar byggja onki nýtt skip undir teim fortreytunum, sum nú verða stungnar út í kortið. Vit fara at sigla við skipum, sum aðrir hava kasserað.

Spurningurin er eisini um okkara ungu  fara at síggja nakra framtíð í fiskivinnuni.   Hava tey hug at velja sær starv í eini vinnu við  so óvissum fortreytum. Í eini vinnu, har tað verður illa sæð,  ella forboðið at tjena nógvar pengar.

Tey  velja sær sannlíkt  heldur aðrar útbúgvingar, sum geva teimum møguleikar fyri einum almennum tryggum starvi.  Helst í høvuðsstaðnum, tí har eru tey flestu. Soleiðis gerst økið uttanfyri miðstaðarøki veikari og veikari. Gjógvin millum miðstaðarøkið og uttanfyri miðstaðarøkið gerst størri og størri. Júst tað øvugta av, hvat javnaðarløgmaðurin Aksel Jóhannesen  lovaði at gera.

Um tað ikki verður privata fyritaksemi, sum heldur lív í økinum  uttanfyri miðstaðin, so fækkast møguleikarnir har, tí hendan samgongan hugsar fyrst og fremst um  miðstaðarøkið.

Hví bara menningarkvotur í fiskivinnuni.

Samgongan kundi t.d. eins væl ásett  menningarkvotur innanfyri almenn størv.  Suðuroy, Sandoy, Vágar, Norðstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjar kundu sjálvandi eins væl  fingið tillutað sín procentvísa part av almennum størvum eftir fólkatalinum. So kundu fólk við útbúgvingum búð og arbeitt runt alt Føroya land. Ella ynskir  samgongan heldur, at fólk við útbúgvingum einans skulu búgva í høvuðsstaðnum og fólk uttan útbúgving skulu búgva aðrastaðni ? Samferðslan er nú so góð, at almenn størv eins væl kunnu liggja uttanfyri miðstaðarøkið. Tey  kunnu liggja so gott sum allastaðni. Hetta hevði eisini hjálpt uppá trupulleikarnar við tilkoyringini til høvuðsstaðin.

Sjálvandi ger hendan samgongan ikki tað,  tí so missir hon sín parlamentariska meiriluta.  Miðstaðarøkið er jú garanturin fyri hesi samgonguni, og tað er her atkvøðurnar eru.    Tað er mikið lættari at fara í Eysturoynna og Norðoyggjar og flyta nøkur størv haðani.  Hetta verður gjørt undir herrópinum, at fólksins ogn skal deilast út til allar Føroyar, at allar Føroyar skulu mennast, og at ongin skal blíva ov sterkur.  Tó skal bara høvuðsstaðurin mennast við føstum, tryggum almennum størvum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingskvinna

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.