Aksel V. Johannesen, løgmaður, sendi fyrr í dag út tíðindaskriv. Hetta tíðindaskriv er ódokumenteraður pástandur um sølu av Sjúrðaberg og harumframt mangla tíðandi upplýsingar. Av hesi orsøk er tíðindaskrivið misvísandi ella kanska beinleiðis skeivt. Hetta skrivar Eivind Jacobsen á tíðindasíðuni hjá fjølmiðlinum R7.
Eivind Jacobsen sigur sitat: “Tað løgmaður sigur, er at Hanus Hansen selur tí at kvoturnar minka í Barentshavinum. Tað Hanus Hansen sigur er at hann selur orsaka av fiskivinnunýskipanini.
Vit hava tí hugt eftir hesum pástandum. Tað er rímuliga einfalt at staðfesta, at løgmaður snarar veruleikanum. Tað er rímuliga einfalt at síggja, at løgmaður gloymir at nevna tað sum hevur tídning.
JFK eigur næstan helvtina av kvotuni í Barentshavinum. Somuleiðis eiga teir 2 av 4 skipum. Tað kann eisini staðfestast, at uppboðssølan er av 17% av verandi kvotum. Somuleiðis verða 8,5% av samlaðu kvotuni útluta sum menningarkvota.
Tí minkar luturin hjá JFK í Barentshavinum við millum 22,5 og 25,5 prosentum, alt eftir hvussu stór kvotan er í barentshavinum,
Av tí at JFK eigur næstan helvtina av kvotuni og tvey skip er roknistykki hjá teimum øðrvísi enn hjá hinum. Hjá JFK missa tvey skip 22-25% hvørt. Tað svarar til at eitt skip missur 45-50% av sínari kvotu í einum høggi. Og tá er broyting í kvotuni í Barentshavinum ikki tikin við.
Tá er einfalt at rokna, at eitt skip megnar at fiska alla kvotuna.” Kelda R7
Les meira á R7 her