Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Príslækking í undirsjóvartunlunum

Tunnil mynd 24.fo savnsmynd

Nevndirnar í P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar tyri túrahald frá 1. august 2018.

Prísirnir broytast soleiðis:

Prísurin fyri hvønn túrin við túrahaldi lækkar úr 25 krónum niður í 20 krónur, svarandi til eina lækking uppá 20%. Hereftir ber til at ogna sær 20-túrahald til persónbil fyri kr. 400,-, 40-túrahald fyri kr. 800,- og 200 túrar fyri kr. 4.000,-.

Tað verða ikki aðrar broytingar.

Eftir hesum broytingum verða prísirnir framvegis teir somu í báðum tunlum.

Galdandi frá

1/8-2018

Stakir túrar

1 t/r

Lítið hald

20 túrar

Miðal hald

40 túrar

Stórt hald

 

Árshald

Akfør upp til 3.500 kg og styttri enn 6m

 

100 kr

 

400 kr

20 kr/túr

 

800 kr.

20 kr/túr

200 túrar

4.000 kr.

20 kr/túr

 

6.000 kr

500 kr./mánaðin

 

Akfør yvir 6 m.

(bussar,lastvognar)

  

 

300 kr.

 

2.000 kr

100 kr/túr

 

4.000 kr

100 kr/túr

100 túrar

10.000 kr

100 kr/túr

 

 

Ferðslan økist alsamt, og fyrstu 6 mánaðirnar í ár er vøksturin í báðum tunlum 7% í mun til somu tíð í fjør. Við óbroyttum ferðslutølum vildi prísbroytingin kosta feløgunum knappar 3,3 mió. kr. í minni inntøku. Økist ferðslan tað sama restina av árinum sum fyrstu seks mánaðirnar, vænta feløgini at kostnaðurin av at lækka prísirnar verður áleið 1 mió. kr.

Tekna hald og spar 80%!

Príslækkingarnar økja um prísmunin millum ferðakostnaðin hjá teimum, sum hava túrahald, og teimum sum gjalda fyri stakar túrar. Við túrahaldi kann ein persónbilur koyra 5 ferðir gjøgnum tunlarnar fyri somu upphædd, sum tað kostar fyri stakan túr. Uttan túrahald (til persónbil) er kostnaðurin framvegis kr. 100 fyri ein stakan túr. Á heimasíðu felagsins – www.tunnil.fo – ber til at tekna hald. Eitt túrahald kann ognast fyri kr. 400, kr. 800 ella kr. 4.000 og tá kann koyrast ávikavist 20, 40 ella 200 ferðir í tunlunum. Tað er eingin tíðaravmarking fyri, hvussu leingi eitt hald er galdandi.