Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

26.834 løntakarar í mai – veksur við somu ferð

Savnsmynd 24.fo

Góða gongdin heldur áfram. Alt fleiri fólk á Føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hetta skrivar Hagstovan.

Tølini fyri løntakarar í mai-mánaða eru tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn og vinnugrein. Í mai vóru løntakararnir 26.834 í tali.

 

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar.

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.

Stutt um trendin

Hagstova Føroya brúkar trendtøl at greiða frá langtíðargongdini í løntakaratølunum. Við trendtølunum fáa vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í løntakarunum.

Trendtøl eru eins og árstíðarjavnað tøl reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendtølunum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, eitt nú stórum falli ella øking í løntakaratalinum í ávísum mánaða.