Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Poul Michelsen hitt Macron

Franski forsetin Emmauel Macron hevði seinnapartin boðið Poul Michelsen, landsstýrismanni, til móttøku í sambandi við ríkisvitjan sína í Keypmannahavn um dagarnar. Hennara Hátign Margreta Drotning var heiðursgestur hjá forsetanum.

Nógv fólk lógu fram við at heilsa uppá Macron forseta, sum tó gav sær stundir at skifta orð við landstýrismannin um Føroyar og vitjanina hjá franska havrannsóknarskipinum Beautemps Beaupré á Havnini í seinastu viku.

Júst hesa vitjan nevndi forsetin eisini í røðu síni undir almenna døguðranum hjá Drotninginum í gjár.

 

Hitti eisini japanska ráðharra

Í gjárkvøldið var Poul Michelsen til døguðra á japanska sendiharrabústaðnum í Keypmannahavn í sambandi við, at japanski matvøru- og umhvørvisráðharrin Tadahiko Ito vitjar í Danmark. Teir umrøddu møguleikarnar fyri at styrkja handilssambondini landanna millum og tey framstig, sum í seinastuni eru fram á hesum økinum..

Ito er føroyavinur og teir báðir hava fyrr hitst bæði í Føroyum, í Japan og í Danmark.