Home VinnutíðindiFiskivinna Jørgen Niclasen spyr Høgna Hoydal um burðadygga veiðu á Flemish Cap

Jørgen Niclasen spyr Høgna Hoydal um burðadygga veiðu á Flemish Cap

by OML

Jørgen Niclasen setir fram munnligan fyrispurning til Høgna Hoydal um burðardyggan fiskiskap á Flemish Cap . Spurningurin verður svaraður á tingfundinum mikudagin.

1. Ætlar landsstýrið at tryggja, at føroysk skip kunnu burðardygt veiða 4.600 tons av toski á Flemish Cap.

Viðmerkingar:

Fyri tíð síðan kom fram, at fiskifrøðingar eru komnir til tað niðurstøðu, at kvotan av toski á Flemish Cap kann hækkast, so Føroyar kunnu veiða 4.600 tons av toski komandi ár. Tað merkir, at føroyska kvotan hækkar við 2.000 tonsum.

Í NAFO eru nú samráðingar um kvoturnar. Sum skilst, er onkur limur har, sum ikki vil hækka kvoturnar til tað, sum ICES mælir til. Hesin spurningur er settu fyri at vita, um landsstýrið vil tryggja okkum ein burðardyggan rætt, sum er, at føroysk skip komandi ár kunnu veiða 4.600 tons av toski.

17. september 2018

Jørgen Niclasen
løgtingsmaður​

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.