Í samband við, at arbeitt verður við at betra um ferðslutrygdina og atkomuviðurskiftini á Skúlatrøð, verður ferðslan eftir Gerðagøtu ávirkað í heystfrítíðini.
Talan er ítøkiliga um vegarbeiði, sum merkir, at strekkið frá Tónlistaskúlanum til Uppistovu (skótahúsið hjá SNP – avkoyringina til Djúpumýru) verður einvegis omaneftir frá mánadegnum 15. til fríggjadagin 19. oktober.
Arbeiðið í heystfrítíðini er liður í størra vegarbeiðnum, sum verður gjørt framvið Gerðagøtu í løtuni. Talan er um eina ferðsluloysn, sum skal betra um atkomuviðurskiftini og ferðslutrygdina á Skúlatrøð.
Umframt fólkaskúlan er eisini frítíðarskúli, tónlistaskúli og barnagarður í sama øki, og hetta setur høg krøv til ferðslutrygdina. Vegarbeiðið á Gerðagøtu fevnir millum annað um av- og ásetingarpláss, steðgistað til býarbussin og ferðsluljós.