Radarin hjá Atlantic Airways, sum var umrøddur í Degi og Viku fríggjakvøldið, er fyrst og fremst ætlaður at økja tryggleikan, tá tyrlurnar verða kallaðar út til bjargingarátøk í illveðri. Tí eigur hvørki rutuflúgvingin hjá flogførum ella tyrlum at knýtast upp í hetta málið
Atlantic Airways hevur keypt ein radara, sum skal økja um trygdina, tá tyrlurnar verða kallaðar út til bjargingarátøk í ringum veðri. Hesin radarin var umrøddur í einum innslagi í Degi og Viku fríggjakvøldið 12. oktober kl. 19.00, men innslagið hevur tíverri elvt til nakrar misskiljingar, sum Atlantic Airways við hesum loyvir sær at rætta.
Innslagið tekur støði í einari frágreiðing frá veðurmenningarbólkinum, har radarin verður umrøddur. Tíverri kemur ikki greitt fram í innslagnum, at radarin er ætlaður at økja um trygdina, tá ið tyrlurnar skulu út í bjargingarørindum. Innslagið gevur ístaðin ta fatan, at tørvur er á radaranum til rutu-flúgvingina hjá bæði flogførum og tyrlum. Hetta er skeivt, tí øll rutuflúgving bæði við tyrlum og flogførum verður avlýst, tá ivaveður er.
Hinvegin verður meira lagt fyri við tyrlunum í bjargingarátøkum, og tá er umrøddi radarin eitt gott tól at økja um trygdina hjá bjargingartyrlunum.
Kelda: Atlantic Airways