Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Serviðgerðir uttanlands

LS Mynd 24.fo - ÓML

Ætlar Føroya Løgting at vit føroyingar skulu fáa somu tænastur sum danir innan heilsuøki í ríkisfelagsskapinum ?. Hevur Landsstýrið ætlanir um at seta kanning í verk, av hvørja ávirkan tað hevur á føroyskar sjúklingar, tá játtanin á Landssjúkrahúsinum er brúkt ? og sjúklingar verða seinkaðir at fáa serviðgerðir uttanlands ? Ætlar Løgtingið at lóggeva soleiðis at tað altíð er játtan til serviðgerðir uttanlands ?

Vit eru mong í Føroyum sum hava fingið innlit í eina serstøðu sum nógvar familjur og sjúklingar í Føroyum eru vitni til, nevniliga ikki at vita um alt var gjørt fyri at hjálpa okkara kæru í gjørdust sjúk, og harvið høvdu tørv á serviðgerð uttanlands og sum ikki er tøk í Føroyum. Var drála so leingið at hetta førdi til óbótaligan skaða og lekidómur ikki var møguligur ?  vit vita tað ikki.

Í Keypmannahavn búgva gott 1 millión menniskjur og um vit sum land vóru partur av teirra sjúkrahúsverkið tá umræður serviðgerðir ja so vóru 50.000 persónar fleiri í teirra heilsuverkið.

Vit sum føroyskir / danskir ríkisborgarar kundi sjálvir avgjørt um vit valdu at verða viðgjørdir í Føroyum ella taka av tilboðum í danska sjúkrahúsverkinum, og spurningurin er so hvør skal fíggja hetta. Føroyar ella danska sjúkrahúsverkið ?

Sum støðan er nú, so er hon heilt ótolandi og eru tað fleiri persónar í velja at flyta til Danmarkar um tey hava illgruna um álvarsliga sjúku í familjuni.

Tað ber ikki til at bíða og vóna at ein “kautión” (váttan um gjald verður send frá uttanlandstænastuni á LS til danska Ríkissjúkrahúsið) tá fólk gerast álvarsliga sjúk. Tað má áliggja LS ein serlig ábyrgd at kunna um alternativar sjúkrahúsloysnir og viðgerðir, tað verið seg almennar ella privatar.

Við risa inntøkum í okkara landi, kann tað ikki verða rætta at borgarar ikki kunnu fáa eina heilsutænastu sum er á hædd við tað sum danska heilsuverkið hevur at bjóða. Í dag er støðan hjá føroyingum at samanbera við eitt u-land.

Ein kvinna segði ein dagin í miðlunum, at tað var skomm,  at vit ikki høvdu eitt tjóðleikhús, eg haldi tað er skomm, at vit ikki hava nøktandi sjúkrahúsviðgerð til okkara borgarar og at tað eru so nógv fólk og familjur, ið mugu líða undir hesum ótolandi politisku raðfestingum.

Klaksvík tann 16 oktobur

Óli M. Lassen