Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Dagstovnaøkið í Klaksvík verður umskipað

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at víðka útibarnagarðin Fjallafípuna við einum skála afturat. Nýggi skálin gevur Fjallafípuni 20 pláss afturat teimum núverandi 65, sum stovnurin í løtuni er normeraður til, og skálin verður eftir ætlan tikin í nýtslu í fyrru helvt av 2019.

Víðkanin av Fjallafípuni hevur fleiri broytingar og umskipanir á dagstovnaøkinum við sær, og talan er um eina praktiska og námsfrøðiliga skilagóða loysn, sigur Beinta Klakstein, trivnaðarnevndarforkvinna.

Tørvurin á dagstovnaplássum er saman við generella fólkavøkstrinum vaksin skjótt og nógv seinastu árini, og arbeitt verður miðvíst fyri at nøkta tørvin í øllum aldursbólkum. Samstundis virkar kommunan eisini fyri góðum og tryggum kørmum á dagstovnaøkinum, og við tí fyri eyga inniber víðkanin at Fjallafípuni eisini, at Gerðastova, sum er ein av stovunum til elstu børnini í Mylnuhúsinum, verður niðurløgd. Størvini í Gerðastovu verða tí flutt til aðrar stovur í Mylnuhúsinum og Fjallafípuni, og hesari tilgongdini eru starvsfólkini í Gerðastovu kunnaði um og partur av. Sum heild er talan um eina víðkan og umskipan, sum skapar fleiri spennandi og mennandi møguleikar á dagstovnaøkinum, sigur Beinta Klakstein.

– Býtið millum dagstovnarnar verður umskipað nakað, tí Gerðastova, sum er normerað til 16 børn, verður niðurløgd, meðan nýggi skálin gevur í minsta lagi 20 nýggj pláss í Fjallafípuni. Harafturat verður býtið umskipað soleiðis, at øll tey 6-7 ára gomlu verða savnaði í Fjallafípuni úr øllum hinum dagstovnunum, soleiðis at øll fáa eitt seinasta ár í útibarnagarði, áðrenn tey koma í skúlaaldur. Allar námsvísindaligar kanningar benda eisini á, at tað at ganga í útibarnagarði hevur stóra jaliga ávirkan á menningina hjá børnum, so eg stórfegnist veruliga um, at tað nú verður nakað, vit kunnu bjóða øllum børnunum í kommununi, sigur Beinta Klakstein.

Hon leggur somuleiðis dent á praktisku fyrimunirnar við at savna øll børnini á sama stovni seinasta árið fyri, at tey fara í skúla.

– Skipanin leggur lunnar undir økt samstarv millum Fjallafípuna og so skúlan og frítíðarskúlan, har børnini fara eftir árið í Fjallafípuni. Fyri hinar stovnarnar merkir broytingin, at teir rúma og skipa virksemi til børn í 0-5 ára aldri, og at børnini síðan fara í Fjallafípuna at ganga seinasta árið, áðrenn tey fara í skúla, og tað er eisini skilagott og praktiskt í mun til námsfrøðiliga arbeiðið í gerandisdegnum, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung.

Nýggi skálin í Fjallafípuni verður eftir ætlan tikin í nýtslu í fyrru hálvu 2019, og síðan verður talan um eina skiftistíð, sum røkkur fram til 2020, tá allur elsti árgangurin á dagstovnaøkinum eftir ætlan er savnaður í Fjallafípuni.