Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum – semja við Føroya skipara og navigatørfelag

Fíggjarmálaráðið

Semja er í dag undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Føroya skipara og navigatørfelag um navigatørar við Strandfaraskipum Landsins fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.

Eftirlønin hækkar frá 11% til 13% og lønin hækkar 0,5% tann 1. oktober 2017. Tann 1. oktober 2018 verða broytingar gjørdar í lønartalvuna.

Umframt lønarhækkingar og broytingar av lønartalvum eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum, m.a. nýggjar ásetingar um barsil, viðvíkjandi dokking uttanlanda og skipan fyri navigatørar uttan gildugt vinnubræv.