Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Vitan um føroysku firðirnar

UMHVØRVI: Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Fiskaaling er at framleiða og savna inn vitan um føroysku firðirnir. Endamálið er at fáa eitt grundarlag at leggja til rættis alivirksemi á firðunum, so árin frá alingini ikki nerva firðirnar meira enn neyðugt. Nógv data er savnað inn, og nógv vitan er framleidd seinastu árini, eins og nýggj vitan áhaldandi legst afturat.

Í fjølmiðlaumrøðuni seinastu dagarnar er komið fram, at stórur tørvur er á vitan um árin frá alivinnuni á føroysku firðirnar. Ein kann tí fáa ta fatan, at lítil og eingin vitan um árin frá alivinnuni á føroysku firðirnar eru fingin til vega seinastu nógvu árini. Hetta er ikki rætt.

Fiskaaling hevur síðani 2008 lagt áherðslu á at framleiða og savna inn vitan um føroysku firðirnar. Stórur dentur hevur verið lagdur á at kanna rákið á firðunum, tí streymviðurskiftini eru avgerandi fyri rættari staðseting av alibrúkum – eisini í mun til dálking. Í eini verkætlan hevur Fiskaaling gjørt streym- og aldumátingar á flestu føroysku alifirðunum, og verður hendan vitanin javnan eftirlýst og brúkt av myndugleikum og vinnu, tá avgerðir skulu takast.
Nógvar kanningar eru gjørdar av lús og smittuspjaðing og umstøðunum at ala á harðbalnum økjum. Fiskaaling er eisini við í einum stórum norðurlendskum samstarvi, har granskað verður í burðardyggari nýtslu av havumhvørvinum (www.sureaqua.no). Eisini eru kanningar gjørdar av umstøðunum á botni beint undir alibrúkum, og hvussu langa tíð tað tekur botninum at koma fyri seg aftur, eftir at fiskurin er tikin. Harafturat eru súrevnisviðurskiftini (oxygen) á summum gáttafirðum kannað.
Síðani 1998 hava alifeløgini fingið gjørt árligar kanningar av innihaldinum av lívfrøðiligum evnum, sinki og kopari á botni í aliøkjunum og á eini samanberingarstøð á fjørðinum. Harafturat eru djóralívskanningar gjørdar á aliøkinum og á samanberingarstøðini triðja hvørt ár. Hesar kanningar hava framleitt eina ørgrynnu av data, sum í dag einans lutvíst verða nýtt.
At gera kanningar og innsavna data gevur avmarkaða vitan í sær sjálvum. Neyðugt er at greina data, at samanbera data yvir tíð, og at knýta ymisk sløg av data saman, fyri at fáa mest møguliga vitan úr datainnsavningini. Við øðrum orðum at granska og framleiða vitan úr rúgvismikla datatilfarinum.
Hóast nógv vitan er framleidd seinastu árini, er framvegis tørvur á nýggjari vitan, sum millum annað skal verða grundarlag undir eftiransingini, ið skal tryggja burðardygga nýtslu av firðunum. Nevnast kann, at Fiskaaling fyrr í ár fekk játtað granskingarstuðul frá Granskingarráðnum til eitt arbeiði, hvørs endamál er at menna eitt samanberingargrundarlag fyri botndjórasamfeløg við útgangsstøði í føroysku náttúruni. Flest onnur lond hava tílíkar baselines, sum eisini eru kravd í vatnrammudirektivinum hjá ES. Hetta arbeiðið kann verða grundarlag undir metingini av sambandinum millum aling og umhvørvið.
Fiskaaling er av teirri fatan, at nýggj vitan um føroysku firðirnir áhaldandi verður løgd afturat verandi vitan. At eyðmerkja, hvørja vitan okkum væntar, er partur av arbeiðinum hjá Fiskaaling. Fiskaaling strembar tí støðugt eftir at leggja arbeiðið til rættis soleiðis, at heildarfatanin av vistskipanunum á føroysku firðunum kann betrast sum mest. Partur av hesum er at hava eitt skipað arbeiði við innsavning av vitan og at tryggja, at data eru tøk at granska í.
Fiskaaling hevur sáttmála við Uttanríkis- og vinnumálaráðið, hvørs endamál er at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni. Partur av sáttmálanum er at menna vitan um umhvørvið og umhvørvisárin av aling.