Ætlanin var at skoytibreitin skuldi takast í nýtslu leygardagin 17 nov. men av tíð at tað er so lýtt í veðrinum og hevur regnað ov illa til, at tað hevur eydnast at fáa vøllin kláran at skoyta á. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Tí letur vøllurin upp í dag kl 14.
Vøllurin verður opin til á leið hálvan januar. Upplatingartíðirnar verða eins og seinasta vetur:
Mánadag – Fríggjadag 14 – 22
Leygardag 10 – 22
Sunnudag 14 – 22
Tó:
31. desembur – Nýggjársaftan 14-17
1. januar – Nýggjársdag 16-22
2. januar – 10-22
3. januar – opið sum vanligt.
Skúlar, barnagarðar og stovnar annars kunnu leiga breytina. Vendið tykkum til hollin@torshavn.fo. Til ber hjá stovnum at skoyta hesar klokkutíðir:
Mánadag – Fríggjadag 9 – 14
Nærri kunning um skoytubreytina fæst við at skriva til hollin@torshavn.fo