Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Heðin Mortensen nýggjur landsstýrismaður í samferðslumálum

Løgmaður hevur gjørt av at tilnevna Heðin Mortensen sum landsstýrismann í samferðslumálum.

Heðin Mortensen hevur drúgvar royndir bæði í lands- og býráðspolitikki.

Hann varð fyrstu valdur á Føroya løgting í 1998. Seinast í áttati- og fyrst í nítiárunum sat hann í fleiri umførum á tingi sum varalimur.

Heðin Mortensen hevur sitið í Tórshavnar býráð síðan 1973, og millum 2004 og 2016 var hann borgarstjóri í høvuðsstaðnum.

Nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum er 72 ár, hann er giftur Hjørdis Egholm Mortensen og tey eiga fýra børn.

Heðin Mortensen hevur sín fyrsta arbeiðsdag í morgin.