Home VinnutíðindiFiskivinna Ein triðingur meira avreitt av toski higartil í ár

Ein triðingur meira avreitt av toski higartil í ár

by OML

Her sæst seinasta uppgerð frá Hagstovu Føroya fiska eru góð 3.000 tons av toski og sløk 1.000 tons av hýsu. Í upsafiskiskapinum er ein afturgongd uppá góð 3.500 tons.

Uppgerðin av avreiðingunum fyri teir fyrstu tíggju mánaðirnar í 2018 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór ella lítil royndin hevur verið.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.