Eirikur í Jákupsstovu er settur sum nýggjur vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu
Eirikur í Jákupsstovu er 30 ára gamal og hevur útbúgving sum løgfrøðingur. Hann starvast í løtuni á Sjódeildini hjá Betri Trygging. Eirikur hevur eisini royndir sum ráðgevi á Fólkatingi, umframt royndir sum journalistur hjá Kringvarpinum og Miðlahúsinum.
Ein týdningarmikil uppgávuna hjá Eiriki verður at stuðla býráðnum í at seta dagsskránna, og at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnu- og mentanarlívið í kommununi.
Eirikur tekur við starvinum 1. januar 2019.