Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

NÝGGJUR VINNU- OG MENTANARSTJÓRI Í KLAKSVÍK

Eirikur í Jákupsstovu er settur sum nýggjur vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Eirikur í Jákupsstovu er 30 ára gamal og hevur útbúgving sum løgfrøðingur. Hann starvast í løtuni á Sjódeildini hjá Betri Trygging. Eirikur hevur eisini royndir sum ráðgevi á Fólkatingi, umframt royndir sum journalistur hjá Kringvarpinum og Miðlahúsinum.

Ein týdningarmikil uppgávuna hjá Eiriki verður at stuðla býráðnum í at seta dagsskránna, og at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnu- og mentanarlívið í kommununi.

Eirikur tekur við starvinum 1. januar 2019.