Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fiskivinna

Føroyar og Russland gjørt avtalu um fiskiskap fyri 2019

Føroyar og Russland skrivaðu fríggjadagin 7. desember undir fiskiveiðiavtalu fyri 2019, eftir at samráðingar hava verið í Moskva í døgunum 6. og 7. desember. Hetta var 42. fundurin í felags russisku-føroysku fiskivinnunevndini.

Mynstrið í avtaluni millum Føroyar og Russland er framvegis, at Føroyar lata Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi, afturfyri at Føroyar fáa botnfisk og rækjur í russiskum sjógvi.

Lívfrøðiliga ráðgevingin fyri 2019 er, at veiðan eftir toski og hýsu skal minka, og avtalan millum Noreg og Russland hevur við sær, at heildarkvotan av botnfiski í Barentshavinum verður skerd nakað í 2019.

Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi í 2019 verður 15.690 tons, og hýsukvotan verður 1.569 tons, sum er júst 10 prosent av toskakvotuni. Talan er um eina samlaða lækking í føroysku toska- og hýsukvotuni uppá 6,6 prosent. Kvotan av flatfiski verður 900 tons, og hon er óbroytt.

Kvotan av rækjum verður 5.000 tons, og hon er tískil óbroytt. Væntandi var annars, at føroyska rækjukvotan fór at minka, av tí at fiskiskapurin eftir rækjum í Barentshavinum hevur tikið seg upp seinastu árini, og alsamt fleiri skip eru virkin í hesum fiskiskapi.

Russiska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi verður 81.000 tons í 2019, og hon verður harvið óbroytt. Hinvegin verða kvoturnar av makreli og norðhavssild skerdar nakað. Makrelkvotan hjá Russlandi í føroyskum sjógvi verður 12.500 tons, meðan hjáveiðikvotan av norðhavssild minkar niður í 8.555 tons. Russland varðveitir eisini eina royndarkvotu eftir djúphavsfiskasløgum uppá 500 tons í føroyskum sjógvi.

Russland fær eisini atgongd at fiska ein fjórðing av svartkjaftakvotuni, sum Russland hevur fingið tillutað í altjóða sjógvi umvegis NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta hevur verið partur av avtaluni seinastu mongu árini. Talan verður í ár um umleið 21.000 tons.

Í fjør eydnaðist at tryggja einum føroyskum skipi atgongd at fiska rækjur á teimum norðaru leiðunum í Barentshavinum. Henda skipan verður at halda fram í 2019, soleiðis at eitt rækjuskip framhaldandi fær atgongd til fiskileiðirnar eftir rækjum norðanfyri.

Onnur mál viðvíkjandi eftirlitsstøðum hjá føroyskum skipum í russiskum sjógvi og royndarveiðu vórðu umrødd, men ongar formligar broytingar vóru gjørdar hesum viðvíkjandi.