Fiskivinna

by OML

Føroyar og ES gjørt avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2019

Føroyar og ES skrivaðu tann 12. desember undir avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2019. Avtalan er ikki nógv broytt í mun til avtaluna fyri 2018, men nakrar broytingar eru framdar.

Atgongdin hjá føroyskum skipum at fiska svartkjaft í ES sjógvi hækkar við 1.000 tonsum til 22.500 tons, umframt at Føroyar varðveita kvotuna av svartkjafti á 10.000 tons. Føroysk skip hava sostatt møguleika at fiska 32.500 tons av svartkjafti í ES sjógvi í 2019.

Atgongdin at fiska norðhavssild í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum verður hækkað við 500 tonsum, soleiðis at partarnir kunnu fiska 4.500 tons av norðhavssild hjá hvørjum øðrum.

Sínámillum atgongdin at fiska makrel í økinum hvør hjá øðrum verður 24.690 tons. Hetta er sama lutfall av føroysku heildarkvotuni sum undanfarin ár.

Viðvíkjandi øðrum fiskasløgum so vóru gjørdar ymiskar tillagingar í kvotunum, sum føroysk skip hava at fiska í ES sjógvi, og ES skip hava at fiska í føroyskum sjógvi.

Mynd: Samráðingarleiðararnir, Andras Kristiansen og Jacques Verborgh, taka í hondina á hvørjum øðrum eftir at hava skrivað undir semju millum Føroyar og ES um sínámillum fiskirættindi í 2019.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.