Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fiskivinna

Føroyar, ES og Noreg longt Makrelsemjuna til 31. desember 2020

Eftir drúgvar samráðingar og fimm samráðingarumfør, sum hava verið í London, Clonakilty og Bergen hava Føroyar, ES og Noreg í dag undir føroyskum formansskapi og leiðslu gjørt semju í Bergen um at leingja Makrelsemjuna til 31. desember 2020. kelda:fisk.fo

Makrelsemjan frá 12. mars 2014, sum nú er longd til 31. desember 2020, stóð til at fara úr gildi 31. desember 2018.

Á samráðingarumfarinum í Bergen í dag samdust Føroyar, ES og Noreg harumframt um at áseta eina mest loyvdu veiðu (MLV) fyri 2019 uppá 653.438 tons. ICES ráðgevingin fyri 2019 er 318.403 tons.

Føroyska makrelkvotan fyri 2019 verður sostatt 82.339 tons sambært býtinum, sum er ásett í Makrelsemjuni frá 12. mars 2014.

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sigur, at Føroyar, ES og Noreg hava víst í verki, at tey ætla at halda fram við býtinum í Makrelsemjuni frá 2014, har makrelfiskiskapurin verður skipaður á einum burðardyggum grundarlagi í einum rættvísum býti.

Tær tríggjar semjurnar um leinging, umsitingarátøk fyri 2019 heruppií MLV og tvíliðaða semjan millum Føroyar og Noreg um atgongd at veiða makrel hvør hjá øðrum kunnu heintast niðanfyri.

Semja um leinging.

Semja um umsitingarátøk fyri 2019.

Semja millum Føroyar og Noreg um atgongd.