Eyðun Hansen
Nakað eftir mítt seinasta lesarabræv var Petur Steingrím fiskifrøðingur í sendingini Nón hjá KVF. Eg helt eina løtu, at innslagið var ætla, sum svar uppá mítt lesarabræv, tí fleiri av teimum spurningunum eg hevði í lesarabrævinum blivu í høvuðsheitinum viðgjørdir har.
Innslagið var tó, sum tað plagar at verða, tá onkur frá Havstovuni sleppur fram at mikrofonini hjá KVF. Tey kundu tað sama bara sett eina mikrofon upp, tí tá er tað altíð ein einvegis dialogur, uttan nakran kritiska spurning.
Tað lesarabrævi eg vísi til her, hevði sum sagt, nakrar spurningar til Havstovuna, men eg fekk einki svar, og vil tí royna aftur. Eg haldi at Havstovan átti, ella skyldar Føroya fólki, at gera eina roynd at svara hesum spurningunum, tí tað eru fleir við mær, sum halda, at tað eru nøkur fyribrigdi í søguni sum passa illani inn í tann teoretiska veruleika, sum fleiri á Havstovuni koma við – hví er tað? við tí vón at eg fái eitt alment svar frá Havstovuni hesaferð.
Eisini vil eg gera nakrar viðmerkingar til nakað av tí sum kom fram í sendingini Nón.
Eg gangi út frá at fólk fingu tað fatan av tí sum kom fram í sendingini, at allastaðni har sum kvotur eru, var støðugur fiskiskapur. Tað var bert við Føroyar, har vit hava havt fiskidagar, at vit nú í eitt 10 ára skeið ongan fisk hava havt, men tað er als ikki so sum tað bleiv ført fram, tað hevur verið sera lítið av toski og hýsu alla staðni rundan um okkum seinast árini, tá hugsi eg fyrst og fremst um við Hetland, Skotland, Eystur Íslandi og Eysturi á landgrunninum frá Bergen og suðureftir. Tað hevur verið nógvur toskur í Barentshavinum og á Vesturleiðunum við Ísland. Samlaða veiðan av t.d. toski við Ísland, hevur tó í nógv ár bert veri ein triðingur av tí teir veiddu í meðal áðrenn teir kvotur.
Petur Steingrím vildi verða við at samlaða veiðutrýsti einki er minka við Føroyar, og hettar skilji eg als ikki. Dagatalið er nú bert ein góðan triðing av tí tað var tá dagaskipanin kom, og umframt tað er uml. 60% av bestu toska- og hýsuleiðunum stongdar.
Eisini fekk mann tað fatan av tí sum kom fram í sendingini, at tað vóru kvoturnar, sum vóru í hálvt annað ár við Føroyar sum bjargaðu toska og hýsustovnunum í 90’inum, hettar er heldur ikki rætt. Teir stóru árgangirnir sum komu inn í fiskiskapin miðskeiðis í 90’inum, vóru gýttur í 1991-92, meira enn tvey ár áðrenn kvoturnar komu.
Áðrenn fiskidagaskipanin kom í gildi, bleiv útrokna hvussu nógv veiðitrýst hevði verið frá 1984 til 1994. Síðan blivu dagarnir reguleraðar niðureftir, eftir hvat mann metti stovnarnir/ landgrunnurin toldi, síðani bleiv ein sikkur heits faktorur, uppá 20 % drigin frá. Fyrsta árið dagaskipanin var, bleiv til 15 mánaðir tíðarskeið, og byrjaði 01-06-1996. tí løgtingi var noytt, at stoppa kvotaskipanini mitt í árinum, tí skipini fingið ikki fiska við kvotum, tí so nógvur toskur var komin inn á grunnarnar.
Tá fiskaríið knappliga tók seg upp aftur í 1994, kom tað líka óvænta á fiskifrøðingarnar, sum tað sær út til at verða komið hesaferð.
Fyrsta heila árið byrjaði 01- 09-1997 til 31-08-1998 tá varð dagatalið 43.085. Havstovan hevur verið í mótið i fiskidagaskipanini frá fyrsta degi, og síðani tá hava teir roynt alt fyri at fáa fiskidagaskipanina burtur, við villleiðandi upplýsingum.
Seinasta heila fiskidaga árið 2016 – 2017 vóru bert 18.654 dagar, og sum sagt er 60% av okkara bestu toska leiðinum stongdar alt ella ein part av árinum, fyri næstan allan fiski reiðskap.
Spurningarnir, sum eg fari at royna at seta einaferð enn.
Støðan í dag
Seinasta fiskamerking, sum skrásetur dýpi og ferðing hjá td. Toski er ikki gjørd síðan 2004, hjá Havstovan.
80 % av toskinum, sum er fiskaður, er eldri enn 4 ár og er gýttur áðrenn 2013. Um fiskifrøðingarnir høvdu rætt, skuldi mest veri av 1 – 4 ára gomlum fiski nú.
Trupulleikin er at frøðingar vita ikki hvar toskurin er komin frá, so stovnsmetingar eru allar skeivar.
– Hví hava hvørki Havstovan, fiskimenn, landarar, eftirlitsfólk ella flakavirki, sæð nakað til toskin inni á landgrunninum árini frammanundan, tá Havstovan sigur, at toskurin er støðufastur á grunninum ?
– Í Vinnublaðnum stendur at Slætnatindur hevur gjørt royndir við línu á bankanum í mai, juni, august og í september 2018 sum eru av ringir mánaðir til línu fiskarí ?
– Hví steðgaði Slætnatindur við royndarveiðuni á Føroya banka, áðrenn fiskurin byrjaði, at taka línu ?
– Er tað ikki tí, at fiskidagarnir eru minkaðir úr 43.085 niður í 18.654 og so nógv er stongt at fiskaríið er minka 70 %?
– Hví nevna tit so sjáldan um, hvussu nógvar av bestu fiskileiðunum eru stongdar og hvussu nógv veiðitrýsti er minka?
– Tað var sera nógvur smáfiskur, runt um allar oyggjarnar í 2010 og 11 tað vóru serliga tveir árgangir, tað viðførdi, at stór økir av innaru leiðini bleiv stongt, men tann fiskurin hvarv, eftir eitt langt liggjandi illveður, seint í 2011 – Hvar fóru hesir árgangirnir av smáum toski?
– Eftir aldrinum á toskinum, sum kom inn at gýta í vár, passar aldurin væl við, tann fiskin sum hvarv tá – kann tað hugsast, at tað eru teir árgangirnir, sum eru komnir aftur nú?
– Út frá kanningunum hjá Havstovuni vísa, so er einki sum bendir á, at tit vistu um toskin og hýsuna, sum nú er at fáa á landgrunninum, fyrr enn hann bleiv landaður – hví ?
Tað sum søgan hevur sagt okkum
– Hví minkaði toska fiskaríið ikki fyrr enn í 1988 tá millum 25.000 og 40.000 tons av toski blivu fiskaði úr stovninum, árini frá 1950 til 1989?
– Eru nakrar royndin gjørdar á bankanum, við línu eftir at toskurin byrjaði, at taka línuna í heyst ?
– Hví kann man lesa, um hungursneyð og fiskaloysi, fleiri 100 ár aftur í tíðina ?
– Passar Føroya søga ikki?
– Kann Havstovan nevna nøkur dømi um, tit hyggja eftir natúr umstøðunum í stovnsmetingunum?
– Hví var fiskaloysi so ofta í 17. 18. 19’indi øld?
– Hví er so nógv minni av fiski á Føroya banka nú ?
– Hví minkar sjófuglurin altíð, tá ið fiskaríið minkar ?
– Hvat grundgeving hevur Havstovan, at nokta fyri, at onnur skip kunnu fáa loyvi til nakrar yvirlitstrolingar ?
– Hvussu ætla tit at gera fyri at fáa meira fisk við kvotum ?
– Hvussu nógv rokna fiskifrøðingar við, verður etið burtur úr toskastovninum, tá ið lítið av føði er ?
– Vita tit á Havstovuni, hvar tann 6-10 ári gamli toskurin, og 4- 8 ára gamla hýsan, sum er komin inn á Føroyagrunnin, er komin frá ?
– Kunnu fiskifrøðingar gera eina rætta stovnsmeting, tá tit ikki vita, hvar toskurin og hýsan koma frá ?
– Hevur Havstovan gjørt nakrar kanningar, hvar tann stóri toskurin ferð ?
– Hvussu ber tað til, at mest av toski er komi undan, tá fiskifrøðingar hava sagt, at gýtingarstovnurin av toski er so lítil, at tað er eitt spursmál um stovnurin yvirhøvur klárar at endurnýggja seg ?
– Eru nakrar kanningar gjørdar, um Føroyskur toskur, er í dýpinum frá Føroyum og Norð um Svalbard ?
– Er møguligt, at seta rætt TAC ella kvotu á, tá toskastovnurin nú, er minst 10 fer størri enn havt tit søgdu, fyri 2 árum síðani ?
– Hví kemur toskurin, ikki inn á Føroyagrunnin, at gýta hvørt ár ?
– Kann Havstovan ella ICES, vísa á nøkur onnur økir, enn Barentshavið, har tað er meira toskur fiskaður, eftir at kvotur komu á?
– Hví hava tit ikki, spurt fiskimenn, um toskur er uppi í sjónum?
– Hví hava tit, ikki biði fiskimenn um, at siga tykkum frá, tá teir hava fingið tosk, við steinum í maganum?
Tað einasta Havstovan sigur er, at vit hava gjørt nakrar merkingar av toski sum vísa, at okkara toskur, sum einasti livandi skapningur, sum ikki ferð út av sínum økið, at leita eftir føði, sjálvt um tað eru sera nógvar ábendingar, sum vísa tað mótsatta.
Uppskoti sum Havstovan kom við nú um at stongja økir og taka allar óbrúktar og 1/3 av teimum brúktu úr skipanini, hevur onki við veruleikan at gera, og sum eisini førir tað við sær, at man kann ikki annað enn standa spyrjandi – er hettar eitt átak, bert við tí eina endamálinum – at oyðileggja fiskidagaskipanina?.
Toskastovnurin er so stórur nú, so um ov lítið blívur fiska úr stovninum, minkar føðin skjótt og kannibalisma blívur, tá minkar toska stovnurin skjótt.
Eyðun Hansen
Vestmanna 12 des. 2018
Smái toskurin sum bleiv vekk.
ICES talvur toska fiskarí fyrr og nú
Síðu 22 stendur, hvussu leingi fiskifrøðingar rokna við tað tekur at uppbyggja fiskastovnar