Grafia Í Klaksvík og Estra í Gøtu hava frá 1. januar 2019 somu eigarar og fara samstundis undir at samskipað virksemið. Endamálið er at styrkja kappingarførið og bjóða eina fjølbroyttari og betri tænastu.
Í samtakinum starvast níggju fólk, ið hava royndir og útbúgvingar innan design, grafikk, web og prent. Er talan um sniðgeving, heimasíður ella prent fæst alt nú frá sama veitara.
Grafia verður framvegis rikið sum sjálvstøðugt felag í Klaksvík, og staðsetingin verður tann sama á Gamla Seglhúsinum, Klaksvíksvegur 48.
Jastrid S. Gullaksen heldur fram sum stjóri á Grafia og Gunvá við Keldu verður nevndarforkvinna. Sonja á Líðarenda og Gunvá við Keldu halda fram sum stjórar á Estra og Jónreid Dalheim heldur fram sum nevndarformaður. Afturat Sonju á Líðarenda og Signar í Homrum, tekur Jastrid S. Gullaksen sæti í nevndini.