Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur gjørt av fyribils at seta Árant Andriasson í starv sum stjóra á Landsverki, til nýggjur er settur og tekur við starvinum. Árant hevur verið varastjóri á Landsverki síðani 2011.
Stjórin hevur evstu ábyrgd av Landsverki. Saman við leiðsluni á stovninum leggur fyribilsstjórin virksemið til rættis, og setir yvirskipað mál fyri øll arbeiðsøki. Bygnaðurin á Landsverki er óbroyttur, sum hann var undir undanfarna stjóra.
Harumframt hevur setti stjórin evstu ábyrgd av, at øll verklagsarbeiði hjá landinum verða væl frágingin, av fíggjarstýring, og at játtanir verða hildnar.
Umleið 130 fulltíðarstørv eru á Landsverki, og hetta er ein av størstu landsstovnunum í Føroyum.
Landsverk er undir Samferðalumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnarmyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur.
á myndini :
Árant Andriasson, fyribilsstjóri á Landsverki, og Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.