Eg hugsi at tíðin er komin at loysa
Sum støðan er nú, er tað einasta ráðiliga, um vit skulu yvirliva við okkara mentan og samleika og klára at hava støðugan framburð í økinum. Ikki er neyðugt hjá okkum at vera í ríkinum longur, vit hava tað ið skal til.
Vit hava sjóvinnuskúla, tekniskan skúla, skipasmiðju, byggifyritøkur, bakarí, sjúkrahús, el virkið á strond, oljugoymslur, heilsølur og nógv anna vinnuvirksemið, røktarheim, barnagarðar, eitt stationøkið, mentunarhús verður bygd, og so víðari. Alt hetta tilsaman ger at vit kunnu loysa , og standa á egnum beinum – her manglar einki, vit hava tað í skal til .
Vit hava verið vitni til at kvotur hava veri tiknar frá okkum og býtt til onnur økir, nú verður eisini tosa um kommunala útjávning, so enn meiri skal takast frá okkum, tá man kann niðurbróta vanligar fiskivinnufyritøkur í landinum og nationalisera uttan kompensatión, samstundis verða fleiri vinnufyritøkur dikrimineraðar, tá man frá 2010-2018 letur nýggj fiskirættindi fyri einar 1.000 milliónir krónir í eyst og vest, men heldur høvuðsrættinda-havarunum í Føroyskari fiskivinnu uttanfyri, tá er alt fari av kós.
Gott samstarv við Danmark vil tryggja okkum eitt gott sjúkrahúsverk og atgongd til lærustovnar á alttjóða støði.
Niðurlaðing av sunnum fiskivinnufyritøkum
Samstudnis sum man oyðileggur hópin av verandi vinnufyritøkum, so deilir man okkurt í tey kalla menningarkvotur út á ein hátt í mest lykjist politiskum mafiametodum. Tú kanst ikki mennan eitt vinnuvirksemið, uttan tú ert kapitalsterkur, so hatta er politiskt bluff.
Samstundis sum man hevur favuritisera hópin av fyritøkum, skal man nú eisini koyra tilfeingið á uppusølu, og gera tað enn truplari hjá teimum í eru ringast fyri. Hetta má sigast at verða ein ófatuligur sosialistapolitikkur, noy einki er hatta sosialisma, men ultra kapitalisma ella okurt sum verður nýtt í londum vit ikki vilja samanberast við.
Fiskivinnan og Norðurøkið
Spurningurin er, hvat sigur havrætturin og hvar fer okkara fiskimark at verða tá Norðoyggjar loysa, vit hava eitt veldugt havøkið rundan um okkum og rætt til góð fiskirættindi tá vit loysa.
Tá tjóveldi heldur tað er fínt at catalonia loysir frá Spania, so er einki til hindurs fyri at Norðoyggjar kunnu loysa frá restini av Føroyum og framhaldandi hava eitt gott samstarv við okkara grannalond. Hví ikki