Home Fólk & SamfelagPolitikkur Pening kring alt landið heldur enn bara í Tinganesi!

Pening kring alt landið heldur enn bara í Tinganesi!

by OML

Tað er staðfest, at hendan samgongan vil ikki gera íløgur norðanfjørðs. Bara onkrar hissinni smærri upphæddir. Hetta er ójavni, sum javnaðarløgmaður stendur á odda fyri.

Tað gerst tó ovboðið, tá sama samgonga haraftrat fer út í økini eftir meiri peningi frá fiskivinnuni.  Meir peningi, sum ístaðin kundi verið brúktur náttúrliga úti kring landið til íløgur í størri privat virksemi, har lítið ella onki alment virksemi er.

Ongin munandi skattalætti

Hevði vanligi føroyingurin, vanligi lønmóttakarin  so veruliga fingið ein munagóðan skattalætta av hesum milliónunum, sum blíva drenaðar frá fiskivinnuni, so kundu vit sæð eina   meining við tí. Men so er ikki. Peningurin fer onkustaðni millum skinns og hold og kemur ikki vanliga lønmóttakaranum kring landið til góðar.    Tvørturímóti. Fyrsta nýggjárheilsan vit fáa frá hesi samgonguni er, at inngjaldið til samhaldsfasta enn einaferð skal hækkast. Enn einaferð fer samgongan  út í hvønn krók og inn í hvørja stovu í landinum eftir meira pengum. Sosialistarnir í Tinganesi fáa ongantíð nokk.

Aðalendamálið

Aðalendamálið hjá sitandi sosialistisku  samgongu er at pumpa og drena so nógvan pening sum gjørligt úr fiskivinnuni og inn í landskassan til alment forbrúk. Kynstri er  at finna pínumarkið. Hetta gongur helst í 1 og 2 ár, men so verður hugurin køvdur. Við hesum politikkinum og hugburðinum fara vit ongantíð aftur at síggja stórar kostnaðarmiklar og nýskapandi   verkætlanir, sum fáa okkum aftur í fremstu røð. Verkætlanir, sum skapa nýggj arbeiðspláss kring um í landinum og sum føra okkum longur fram á leið og longur á sjálvbjargnisleið. Við verandi sosialistiska politikki blíva vit eftirbátur á øllum økjum og kunnu við tíðini  byrja at sammeta okkum við lond, sum vit allarhelst ikki vilja sammetast við og minst av øllum vilja búgva í.

Lunnar til stórar verkætlanir

Tað er harafturímóti borgarligi politikkurin, sum m.a. fólkaflokkurin stendur fyri, sum legði  lunnarnar og skapti gróðrarbotn og gróðrarlíkindir fyri teim stóru verkætlanunum vit síggja kring landið í dag , og sum vit síggja fruktirnar av.

Nýggja smoltstøðin hjá Bakkafrost norðuri á Strond, nýggja virkið hjá Bakkafrost á Glyvrum, uppisjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði, uppisjóvarvirkið Varðin Pelagic á Tvøroyri eru  dømir um hetta. Bakkafrost hevur framvegis ætlanir um milliardaìløgur kring landiđ. Alivinnan er higartil sloppin lutfalsliga væl undan avgjalds og uppboðssøluøðini hjá sitandi samgongu. Hvussu leingi verður tað ?  Tí kann Bakkafrost enn gera slíkar íløgur. Tað vildi verið stórur missur fyri hesi økini , kommunukassarnar og eisini landskassan, um hesin peningurin ístaðin bleiv kravdur inn av landskassanum við kassa 1 til almenna nýtslu.

Tað var borgarligi  politikkurin hjá undanfarnu samgongu, sum  skapti fortreytirnar fyri hesum stóru verkætlanunum, sum geva  arbeiði til nógvar hendur. Verkamannahendur , sum javnaðarflokkurin og tjóðveldi siga seg umboða.   Men við reyðum sosialistiskum politikki høvdu hesar hendur mest sannlíkt ikki havt nakað at fari upp til.

Skatta og avgjaldsstopp

Hendan gongdin við alsamt hækkandi skattum og avgjøldum á alt og øll frá vøggu í grøv má steðgast. Hetta er køvandi fyri allan virkishug.  Tað kann einans gerast við at sláa manngarð um borgarligu virðini, sum fólkaflokkurin er besti garanturin fyri. Fólkaflokkurin ynskir eitt burðardygt  vælferðarsamfelag, har øll sum eru før fyri tí, arbeiða til lívsins uppihald og klára seg sjálvi. Har orðini hjá Rasmus Effersøe, “maður skal smíða sær eydnuna góða við teim evnum, sum skaparin gav” koma til sín rætt. Og tað skal loysa seg at arbeiða. Soleiðis fáa vit eisini betri hjálpt teimum,  sum veruliga treingja.

Ríkidømi havsins út í hvønn krók

Økini kring Føroyar skaffa landinum  nógvan harðan valuta, men merkja als ikki hetta ríkidømi  í nóg stóran mun. Nær fara krókarnir og stovurnar kring landið   at merkja ríkidømi havsins, sum lovað bleiv áðrenn valið  ? Neyvan nakrantíð undir hesi samgonguni. Tað er sjón fyri søgn. Hetta má broytast.  Tað gerst einans við at geva sitandi samgongu durafjórðingin.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingslimur

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.