Tann skipaða leitingin eftir horvna ferðamanninum í Fugloynni er fyribils steðgað.

Mynd: Kim Matthäi Leland
Leitað hevur verið á oynni við staðkendum og løgreglufólki við hundum.
Harumframt hava tyrlan og Brimil leitað kring oynna.
Einki samband hevur verið við ferðamannin, síðan hann fór úr tyrluni í Hattarvík um middagsleitið fríggjadagin 11. januar 2019.
Løgreglan heitir á fólk, sum hava sæð ella hoyrt nakað til ferðamannin, um at venda sær til politistøðina í Havn á tlf. 114 ella 351448.