Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Saknaði ferðamaðurin í Fugloy er nú eyðmerktur

Mynd frá: Rigspolitiet

Løgreglan hevur nú staðfest, hvør saknaði maðurin er, sum hvarv úti í Fugloy.

Løgreglan hevur nú staðfest, at maðurin sum hvarv úti í Fugloy um middagsleitið fríggjadagin hin 11. januar 2019, er tann 29 ára gamli Lukas Gössnitzer, frá býnum Kuttigkofen í Sveitz.

Pápi hansara kom til Føroya í gjárkvøldið, og hann hevur saman við løgregluni  sæð vakmyndir, sum eru tiknar av Lukasi, tá hesin kom í Vágar við flogfari tann 10. januar 2019. Ongin yvi er um, at myndirnar eru av Lukasi.

Pápin hevur í dag verið úti í Fugloy við tyrluni hjá Atlantic, har hann hevur sæð truplu umstøðurnar, sum helst eru orsøkin til, at sonurin er burtur, og ikki er funnin aftur.

Pápin er ovfarin av stóru leitingini og takkar hjartaliga øllum, sum hava luttikið, bæði á sjógvi, landi og úr luftini.

Hann fer heim aftur fríggjadagin.

Enn er umráðandi, at fólk sum halda seg vita okkurt um Lukas Gössnitzer, venda sær til politistøðina í Havn á tlf. 114 ella 351448.