Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Nógv ófiska rættindi og fallandi fiskaútflutningur

Savnsmynd Tinganes 24.fo

Tann 08.01.2019 skrivar Norðlýsið at ófiskaðar menningarkvotur hava kosta samfelagnum 200 mió. Krónir. Í dag skrivar Hagstovan at útflutningurin av sild og makreli er minkaður tilsamans 580 mió. kr.

Norðlýsið skrivar 8-1-2019 í Leiðarnum Jóhann Lützen:

“Stórur partur av menningarkvotunum í 2018 vórðu ikki fiskaðar. Hesin fiskur varð tikin frá verandi aktørum og latin til nýggjar aktørar, tí hetta skuldi verða samfelagnum at gagni segði landsstýri.”

Víðari sigur Norðlýsið 8-1-2019

“Kringvarpið hevur roknað seg fram til at 83% av menningarkvotunum vórðu ikki fiskaðar í 2018”. Talan er um 48.218 tons av sild, makreli og svartkjafti. Kelda Vørn / Norðlýsið

Fólk í vinnuni siga við Norðlýsið a útflutningsvirðið av hesum er einar 200 mió. Kr.

Kelda Norðlýsið link er her

Hagstovan skrivar í dag

Nú tað bert manglar ein mánaði í uppgerðini av útflutninginum, kann staðfestast, at stór minking er í útflutninginum í 2018 samanborið við 2017.

Bæði í nøgd og virði er skrásetti útflutningurin minkaður í mun til somu mánaðir í fjør. Útflutningurin í virði av fiskavørum er minkaður eina góða mia. Tað er 13%.

Útflutningurin av sild og makreli er minkaður tilsamans 580 mió. kr. og útflutningurin av laksi næstan 600 mió. kr.

Hinvegin er meiri útflutt av toski og hýsu, eins og tað er meiri útflutt av svartkjafti.

Kelda: Hagstova Føroya 18-01-2019  link til grein hjá Hagstovuni: her

Tað er spell at menningarkvotur eru latnar til økir og fyritøkur í ikki eru klár at taka ímótið og framleiða tað sum tey upplýsa fyri Fiskimálaráðnum. Somuleiðis ber tað ikki til at landið tekur rættindi inn frá feløgum ið hava rinda sera stórar millióna upphæddir fyri at tryggja sær rættindir. Eitt er at um landið ætlar at lúta út fiskirættindi til ymisk økir so er at rinda eina hóskandi upphædd til teir rættindahavarar í hava keypt hesi rættindi. Hetta átti at verið sjálvsagt í einum framkomnum samfelag, sjálvt um lógin leggur upp til at rættindi fella aftur til landið í 2018. Eingin hevði rokna við at hetta fór at verða úrslitið