Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Uppboðssøla av fiskirættindum á Flemish Cap 2019

Tilvildarlig savnsmynd

Kunngerðin, um at bjóða rættindi út á uppboðssølu í 2019, er nú lýst.

Nøgdin fevnir um 1.276 tons av toski, sum verða boðin út sum eitt ára rættindi. Persónur ella felag, sum í 2019 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3 sambært løgtingslógini, kann lata boð inn. Veiðast skal við línu.

Uppboðssølan verður skipað sum opin uppboðssøla. Avgerðin er grundað á viðmerkingarnar frá Fiskivinnuráðnum, ið mælti til, at uppboðssølan skal vera opin.

Avgjørt er, at uppboðssølan verður hildin hósdagin 31. januar 2019, kl. 13.00.

Nærri treytir eru lýstar í kunngerðini, sí www.kunngerdaportalur.fo

Fiskamarknaður Føroya stendur fyri uppboðssøluni. Nærri upplýsingar ella vegleiðing fáast við at venda sær til Fiskamarknaðin www.fmf.fo.